Feløgini í Samtak – Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag – vísa framhaldandi sín treytaleysa stuðul til Føroya Pedagogfelag í stríði sínum at fáa limunum betri sáttmála.
Feløgini heita á Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag um at sessast aftur við samráðingarborðið við einum vilja at loysa ósemjuna og at finna eina virðiliga loysn. Heldur enn at nýta tíð og orku upp á gerðarrætt, løgting og annað uttanum virksemi, skuldi arbeiðsgevarasíðan nýtt alla sína tíð og orku upp á at finna eina loysn á málinum. Loysnin liggur ikki í gerðarrættinum, men við samráðingarborðið, og somikið av virðing átti arbeiðsgevarasíðan at víst sínum mótparti, at tey vilja royna samráðingina heldur enn at vinna námsfrøðingunum neisur í tekniskum undanførslum í gerðarrættinum.
Samstundis skulu feløgini eisini boða frá, at feløgini hava heitt á løgfrøðing um at kanna, um tað er revsivert hjá almennum leiðarum at hótta starvsfólk, ið eru í lógligum verkfalli.
Við fakfelagskvøðu,
Vegna feløgini í Samtak,
Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag
Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag
Jastrid W. Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Arthur Guðjonsson, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag




