Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Yvirlýsing

Tíðindaskriv

Áleið 300 sjúkrarøktarfrøðingar vóru samlaðir á Hotel Føroyum í dag til aðalfund hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Aðalfundurin er samdur um, at átala hugburð og framferð hjá politiska myndugleikanum og fyrisitingini til ta fakligu leiðsluna, sum er neyðug, fyri at leiða heilsuverkið og eldraøkið.

Nú álit um framtíðar heilsuverk varð skrivað og nýggj leiðsla sett, vóru starvsfólkini enn einaferð til reiðar, at gera teirra besta, til tess at føroyingar skulu hava eitt vælvirkandi heilsuverk. Men soleiðis skuldi heldur ikki verða hesu ferð.

Starvsfólkini innan føroyska heilsuverkið, eru til reiðar at gera sín part, fyri at menna og stuðla undir framgongd. Vit bíða bert eftir, at politiska skipanin og heilsumálaráðið taka støðuna í álvara.

Sami hugburður til fakliga leiðslu sæst aftur í Almannaráðnum og lógini um eldraøkið. Føroyski borgarin er als ikki tryggjaður eina fakliga tænastu. Longu nú, fá ár eftir at kommununar yvirtóku eldraøkið, sæst ein ójavni ímillum økini, um hvørjar tænastur verða bodnar okkara eldru borgarum í Føroyum.

Givið er, at um avgerðir verða tiknar útfrá heilsufakligum kunnleika bæði í Almannaráðnum og Heilsumálaráðnum, verður arbeiðið fakliga nógv betri tryggja og harvið eisini effektivari.

Ongin kennir tørvin innan heilsuverkið og eldraøkið betri enn fakfólk. Kortini verða tey hildin í armslongd tá ætlanar verða lagdar av ráðunum ella lógarverk verður smíða. Úrsliti verður sjálvsagt hareftir.

Eitt heilsuverk har formemmasta uppgávan hjá forstjóranum er at játtanin verður hildin og ein eldralóg sum ikki tryggjar øllum føroyingum eina javnbjóðis tænastu.

Hetta vísir greitt manglandi vitan av teimum sum taka avgerðirnar. Um fremsta uppgávan er at játtanin skal haldast verður tað ómøguligt at hava visiónir fyri at menna tænastuna til gagn fyri allar borgarar. Men staðfestast má at hetta er hugburðurin í politisku leiðsluni og fyrisitingini í dag.

Aðalfundurin hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar rópar varskó. Heilsutænastur og veitingar innan eldraøki er grundarsteinurin undir okkara vælferðarsamfelag. Um vit ikki sum samfelag taka ábyrgd og seta fakfólk til at leiða er vandi fyri at hetta økið fer til grundar.