Zamar hevur í dag fingið ein sang av teirra nýggju fløgu Lat ljósið brenna, sendan í umfar worldwide á eini “Radio DJ fløgu”, sangurin er “Don’t worry about the waves”. Tað er Crossroadsmusic í USA sum hevur avgjørt at senda ein av sangunum hjá Zamar í umfar um allan heimin.

Tað er ikki so ofta at ein føroyskur southerngospelbólkur fær sangir útgivnar worldwide, nokk er hettar fyrstu fer.
– Hetta eru vit sera takksom fyri og vísir hetta at vit hava útgivið eina dygdarfløgu tí tað er ikki lætt at sleppa ígjøgnum nálareyga, sigur Eyðun Jacobsen við Norðlýsið