Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Zara Larsson komin til Føroya

Tíðindaskriv

Svenska poppstjørnan tekur sær av løttum í Føroyum, áðrenn konsertina á Summar Festivalinum fríggjakvøldið

Í dag kom svenska heimsstjørnan Zara Larsson til Føroya. Hon skal hava konsert á Summar Festivalinum fríggjakvøldið, men er komin til landið longu í dag fyri at uppliva eitt sindur av Føroyum, áðrenn hon skal á pallin.

Zara Larsson er millum heitastu nøvn í altjóða popptónleiki. Hon hevur hittað við sangum sum Lush Life, Uncover, Symphony, Never Forget You og This One’s For You. Hesir sangir verða at hoyra á Vágsbø fríggjakvøldið.

Summar Festivalurin byrjar í dag og heldur fram til leygarkvøldið.