Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ziskatrø fram um Ósaskúlan

John William Joensen

Á býráðsfundi í kvøld fer býráði vantandi at flyta pening frá Ósáskúlanum til arbeiði at fáa skúlan á Ziskatrø liðugt

Hóast formaðurin í Mentunnarnevndini, í September mánaða í ár, boðaði frá at býráði hevði endaliga samtykt at fara í gongd við at útbýggja Ósáskúlan, so eru fleiri tekin um at hendan verkætlanin ikki gerst veruleiki enn.
Sum Norðlýsið skilir eru býráðslimir ósamdir um verkætlanina og ein av íløgunum sum ætlanin er at spara burtur er íløgan, sum sambart formanninum í Mentunarnevndini, longu er samtykt í býráðnum.
Fleiri býráðslimir halda tað ikki vera rætt at alt skúla økið verður byggiøkið í senn og tí fer býráðsfundurin í kvøld møguliga at samtykja at útseta íløguna í ætlaðu útbyggingarnar av Ósáskúlanum.
Harafturat er verður peningur sum var ætlaður Ósáskúlanum flutt til umvælingararbeiði á Ziskatrø fyri at skunda undir arbeiði.

Nýggj viðgerð av skúlaøkinum
Fleiri eftirlýsa eisini einum orðaskifti um alt skúlaøkið áðrenn farið verður í gongd við at útbyggja verandi skúlar og her undir eisini um vit skulu leggja verandi skúlar saman í ein skúla.
Men aftur her eru býráðslimir ikki samdir, og tí er ilt at meta um hvørja niðurstøðu býráðið kemur til.
Sambart heimasíðuni hjá býráðnum byrjar fundurin í kvøld kl. 18 og hann er almennur.