Lýsing
Lýsing

Vøkur gáva til Varpið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.04.2024 - 07:34 Mentan Tíðindi

Herfyri kom ein kærkomin gáva í Varpið at standa.

 

 

Talan er um eitt vakurt Yamaha-klaver, av sera góðari góðsku.

Tað vórðu nevndarumboð fyri Lions Club Eysturoy - Klaksvík, Jan Erlingsson Petersen og Tummas Lervig, sum handaðu Varpinum gávuna.

Lions Club hevur til endamáls at skipa fyri tiltøkum, og at savna inn pening, til ymisk almannagagnlig endamál.

Fráboðanin um at Lions Club vildu stuðla mentanarhúsinum við einum klaveri kom sum vera man sera væl við, og Jóhanna Christiansen og Annfinnur Heinesen takkaðu teimum fyri hesa stórfingnu gávuna:

” Vit eru hjartans fegin um gávuna frá Lions Club í Eysturoy og Klaksvík. Tí eitt mentanarhús má sjálvandi hava góð ljóðføri, og hetta klaverið fer heilt víst at gagna okkara fjølbroytta virksemi í Varpinum.”

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Mjølnir hevur aðalfund
Næmingar lesa fyri næmingum
Myndarøð: Virkið Vár
Kropsmál
KÍ hevði trupulleikar móti undirmannaðum…
Myndarøð: KÍ - 07Vestur 2-0
Seðlarnir koma út kl. 16.00
Skriðjan heiman Gjónna endur­bøtast
Grindaboð
Kunningartiltak um MR-skannaran
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…
Minst til hugnakvøldið í El-In
LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin
Opið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin