Lýsing
Lýsing
Hans Pauli Petersen avmyndaður við básin hjá Marel | Mynd: Jóhann Lützen

Formula umboðar Marel í Føroyum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.04.2024 - 19:00 Tíðindi Vinna

Hans Pauli Petersen arbeiðir hjá Formula, ið hevur verið føroyskt umboð fyri Marel síðani 1986. Hans Pauli byrjaði á Formula í 1997, ið vil siga fyri 27 árum síðani. Uppgávurnar eru framvegis tær somu; teir selja Marel-útgerð og servisera hana. Útgerðin kann vera alt frá smáum vektum, vatnskiljarum og røntgen til tær heilt stóru loysnirnar sum t.d. hjá Bakkafrosti. Høvuðsavtakararnir eru framleiðsluvirki á landi og á sjónum.

 

 

Størstu kundarnir eru Bakkafrost og Luna, og so hava tey eisini Mowi sum kunda. Umframt tað fevnir kundaskarin um Faroe Origin, Kósina, Varðan og Pelagos; síðstnevndu eru innan fyri tað pelagiska.

Stór kapping er á økinum, og Marel brúkar eisini eina øgiliga orku upp á innovatión. Har er nógv at fylgja við í, og so hvørt útgerðin mennist, fær man meira og meira at seta seg inn í. Tí tað er neyðugt at kenna vørurnar væl, og tað kann vera ein avbjóðing at fylgja við.

Marel er ein fyritøka, ið varð stovnað í 1981 sum ein verkætlan hjá einum tekniskum skúla ella universitetinum í Reykjavík, og bleiv gjørt til eitt felag í 1982-83, har tey í byrjanini seldu vektir. Norsk Maretek var teirra fyrsta umboð uttanlands, og Formula bleiv nummar tvey í 1986. Í dag er talan um eina risastóra fyritøku.

Tey flestu hugsa um teldur, tá teir hoyra navnið Formula, men fyritøkan er meira enn tað. Eitt nú er ein Fiskivinnudeild á Formula. Fyritøkan selur eisini software, og sum dømi um skipan, sum Formula hevur leverað til Bakkafrost sum Marel-umboð, kann nevnast ein Marel-loysn til at slakta laksin hjá Bakkafrosti, og teir eru komnir væl ávegis við eini Marel-skipan til at skera laksin. Marel mennir alla tíðina skipanir.

Fyri tey pelagisku virkini hevur Marel-Deildin á Formula gjørt eina skrásetingarskipan, og tá tað kemur til tey ”hvítu” fiskasløgini, er talan mest um skipanir at skera og skilja fiskin.

Á Marel-Deildini á Formula starvast í løtuni 5 fólk, men Hans Pauli og ein íslendingur vóru í byrjanini teir einastu á deildini. Íslendingurin gavst, og so var Hans Pauli einsamallur í longri tíð. Men umleið ár 2000 kom so fyrsta starvsfólkið afturat honum, og tað varð ein maður, sum eitur Gert. Hinir 3 eru nakað yngri, og talan er um sera stabila arbeiðsmegi, sigur Hans Pauli.

Um messuna í Barcelona, sum er í hesum døgum, sigur Hans Pauli, at teir sum veitarar fara á hana fyri at tosa við bæði kundar, starvsfelagar og møguligar framtíðarkundar, og tað er rættiliga gevandi at koma í kontakt við fólk á hendan hátt.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: KÍ - 07Vestur 2-0
Seðlarnir koma út kl. 16.00
Skriðjan heiman Gjónna endur­bøtast
Grindaboð
Kunningartiltak um MR-skannaran
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…
Minst til hugnakvøldið í El-In
LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin
Opið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…