Lýsing
Lýsing
Lýsing
Allir býráðslimir vóru samdir um, at hetta býráðsborðið var snotiligt og væl úr hondum greitt | Mynd: Dávur Winther

Býráðið roynt nýggja borðið

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  24.04.2024 - 20:04 Mentan Myndarøð Politikkur Tíðindi Vinna

Mánadagin kom nýggja og snotiliga býráðsborðið, sum varð sett upp í býarsalinum í Varpinum.

Hetta eru nýggir karmarnir og útbúnaðurin, sum býráðið í framtíðini kemur at arbeiða undir. Í kvøld var fyrsti fundurin við hesum prýðiliga býráðsborðinum í Varpinum.

Tað er Heini Weihe, sum hevur sniðgivið og fingið borðið gjørt í Danmark. Talan er um 13 smærri borð, sum verða sett saman – eitt til hvønn býráðslim, síðani eitt til skrivaran og eitt til kommunustjóran.

Mitt á gólvinum stendur so røðarapallurin, sum eisini kann leggjast saman og beinast burtur, eins og borðini, so býarsalurin kann verða nýttur til so mangt annað – partur av kaféini, framløgur, kvøldsetur, smærri konsertir ella framsýningar.

Fyri býráðsfundin fekk Heini Weihe høvið at greiða frá sniðgevingini, hugasanini við borðinum sum eina hálvklingru, og at hon vendir sær út móti borgarunum, tó at teir eisini kunnu sita inni og lurta eftir býráðsfundunum.

Nakrir áhoyrarar vóru, tó at nógv tey flestu vanliga sita heima og fylgja við umvegis telduna.

Allir býráðslimir vóru samdir um, at hetta býráðsborðið var snotiligt og væl úr hondum greitt, eins og tað var lætt at handfara – seta upp og taka niður. Tignarligt og gav teimum og skrivaranum enn betri yvirlit.

Fyrstur at taka orðið við nýggja røðarapallin var Atli S. Justinussen, formaður í Havna- og Vinnunevndini.

 

Málini, sum vóru til viðgerðar, vóru:

Broyting av byggisamtykt - dagført uppskot til sølutorg, almenn vesi o.a.

Eldradepil úti í Grøv, byggisamtykt

Umsókn um undantaksloyvi til sundurbýti í eigaraíbúðir, matr. nr. 607

Umsókn um frávik ísv. við sundurmatrikulering til eigaraíbúðir, matr. nr. 1316

Leingjan av leigusáttmála Café Fríða - ynski um fleiri ár

Umsókn um stuðul - hækkað upphædd pr. íbúgva 2024, Visit Norðoy – eykajáttan, fyrra viðgerð

Tilmæli um eykajáttanir fyri 2024 – seinna viðgerð

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seðlarnir koma út kl. 16.00
Skriðjan heiman Gjónna endur­bøtast
Grindaboð
Kunningartiltak um MR-skannaran
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…
Minst til hugnakvøldið í El-In
LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin
Opið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping