Lýsing
Lýsing
Eftir m.a. trý tap av trimum møguligum móti HB longu áðrenn flaggdagin var tað ikki óvæntað, at KÍ valdi at steðga samstarvinum við høvuðsvenjaran. | Mynd: Oliver Joensen

Ikki ein óvæntað avgerð

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  25.04.2024 - 23:09 Ítrottur Tíðindi

Tá KÍ hevur avrikað so langt undir vanligt stig yvir longri tíðarskeið í 2024, so var tað ikki óvæntað, at KÍ valdi at steðga samstarvinum við norska venjaran Haakon Lunov í kvøld.

Haakon Lunov bleiv kunngjørdur sum nýggjur høvuðsvenjari hjá KÍ 18. januar. Tað var síðsti leikur í nøkrum hektiskum døgum hjá KÍ. Tí 11. januar skrivaði Magne Hoseth undir við Lyngby og 15. januar takkaði Eirik Bakke nei til starvið í KÍ, sum annars alt bendi á at hann fór at siga ja til fram til hendan dagin. Tað kundi bent á, at avgerðin hjá KÍ-leiðsluni, sum hevur stýrt felagnum meistarliga gjøgnum nógv ár, var tikin í skundi.

 


Ov óroyndur høvuðsvenjari

Tá feløg kunngera nýggjan høvuðsvenjara verður ofta fyrst hugt eftir, hvørjar venjararoyndir hesir hava. Haakon Lunov hevði bara royndir frá botnstríði í triðbestu norsku deildini og toppstríðnum í fjórðbestu norsku deildini. Og fyri eitt KÍ-lið, sum í 2023 sambært Vegard Forren hevði eitt stig til miðjuna ella beint aftanfyri tað í bestu norsku deildini, so var hetta nógv størsta venjarauppgávan hjá Haakon Lunov, ið sum skilst hevur verið væl dámdur sum persónur í felagnum. Tá so hjálparvenjararnir eisini vóru nýggir í føroyskum fótbólti, so hevði venjaratoymið ikki kunnleika til føroyskan fótbólt, og tað sást væl í tíðarskeiðum, har løgin leikaraval og leikskipanir vóru fyri tey, sum hava sæð KÍ yvir fleiri ár. Flestu viðmerkjarar vóru skepiskir, tá KÍ setti so óroyndan venjara og teir spádómarnir hildu.

 


Hava tørv á royndari venjara

Meðan Magne Hoseth eisini var ein heilt óroyndur venjari, sum eisini merktist væl fyrstu mánaðirnar, so hevði hann ein ’’pakka’’ við sær við nøkrum sera avgerandi persónum fyri kappingarárið 2023. Hjálparvenjaran Daniel Berg Hestad, verjuleikaran Vegard Forren, miðvallarleikaran Luc Kassi og málverjan Nils Jonatan Johansson. Tað gjørdi, at hansara netverk gav hópinum nógv, sum vigaði nógv upp fyri mangladi venjararoyndunum.

Tað er tó eingin ivi um, at KÍ nú má raðfesta venjararoyndir, tá ein nýggjur venjari verður settur, sum mest sannlíkt verður ein útlendskur venjari, hóast ein føroysk loysn ikki skal avskrivast. Vit síggja, at felags fyri teir bestu útlendsku venjararnar í Føroyum seinnu árini, har vit kunnu taka Heimir Guðjónsson (HB), Magnus Powell (07 Vestur) og Jens Berthel Askou sum trý dømi, er at teir hava havt venjararoyndir á høgum stigi frammanundan. Men tað eru sjálvsagt eisini onnur krøv enn venjararoyndir, tí venjarin skal passa til felagið og m.a. tann stílin, sum núverandi hópur trívist best undir. Við úrslitunum í altjóða fótbólti í fjør samstundis sum liðið skal luttaka í Champions League í summar, so burdi KÍ havt nøkur kort, sum kundu tiltrekt venjarar á lutfalsliga høgum stigi, men til tað krevjast helst røttu sambondini út í heim. Ein uppgáva hjá nýggja venjaranum verður m.a. helst at skaffa hópinum leikarar á hægri hill enn teir, sum eru ’’keyptir’’ síðandi farna kappingarár, tí KÍ betalir nú prísin fyri, at liðið ikki keypti leikarar, sum styrktu um liðið, men í størri mun vóru breiddarleikarar. Og eins og við venjaranum, so vístu fleiri viðmerkjarar á hesi heldur løgnu keyp longu áðrenn kappingarbyrjan í ár.

 


Nú verður spennandi at síggja, hvør verður nýggjur venjari hjá KÍ. Og hesaferð verður neyvan nakar settur í skundi, og tí er helst væntandi, at tað kann ganga ein tíð, til KÍ finnur venjaran, men spyr ein leiðslur, sum hava fingist við hetta, so vísa tær ofta á, at tað kann ganga leingi og tað kann eisini verða knappliga, at tann, sum tey meta sum tann rætti, er tøkur.

 

 

Venjarahendingarnar:

11. januar: Magne Hoseth skrivar undir við Lyngby

15. januar: Eirik Bakke takkar nei til KÍ

18. januar: Haakon Lunov verður settur

Lýsing
Seinastu tíðindini
TARIRA konsert í Varpinum
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Watch Me I'm Free
Teitur spælir Poetry and Aeroplanes á G!
Nýggir kavarar fingið prógv
Takk fyri sýnda samkenslu
Dávið Ryan ætlar at gerast altjóða flogb…
Kunnandi fundur um nýggjar bátabrúgvar á…