Framsýning hjá Kvøldskúlanum og Handarbeiðsskúlanum verður sunnudagin
Árliga framsýningin av næmingaavrikum verður á Skúlatrøð sunnudagin 28. apríl, og hon plagar at verða sera væl vitjað. Í vetur hevur luttøkan verið ógvuliga góð, og fólk plaga at lata væl at umstøðunum og framsýningini sum heild.
Føroya Handarbeiðsskúli húsast í gomlu Heygabúðini, og har koma kvinnur úr øllum landinum á skeið innan ymiskt handarbeiði so sum brodering, tøving, garving, glaslist, maskinbinding, Patchwork, seyma føroyskan vest, buksur og skjúrt. Eitt av nýggju skeiðunum er at læra at gera føroyska húgvu.
Ein av eldsálunum á Føroya Handarbeiðssúla er Paulina Eliasen, og hon hevur eina livandi framsýning av føroyskum klæðum á framsýningnini, og hon er altíð áhugavert.
Kvøldskúlin hevur eisini havt mangt ymiskt á skrá í vetur. Á framsýningini verður ymsikt at síggja innan veving, binding, leirlist, brodering, horn- og silvursmíð, foto og málningalist. Harumframt verða eisini próvhandanir fyri dugnaskaparsigling og tónleikaframførslur við strúkarum, hornblásarum og manskóri.
Ein slík framsýning krevur nógv pláss, men skúlin á Skúlatrøð er stórur, og báðar miðhallirnar verða brúktar. Málningalist verður sýnd fram í niðaru skúlahøllini og alt hitt er í ovaru skúlahøllini.
Íalt hava Kvøldskúlin og Handarbeiðsskúlin havt uml. 960 luttakarar í hesum skúlaárinum.
Á framsýningini er eisini ein Café við ymiskum fyri ein rímiligan prís.
Skráin fyri dagin:
kl. 15:00 framsýning letur upp
kl. 16:00 tónleikur
kl. 17:00 próvhandan og livandi framsýning
kl. 19:00 liðugt