Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

0 krónur til valstríð!

Teitur Vágadal valevni Javnaðarfloksins

Eftir at hava hugsað meg um nú í gott ár, eri eg komin til eina niðurstøðu: Til løgtingsvalið, fari eg at brúka 0 krónur til valstríð.

Eftir at hava hugsað meg um nú í gott ár, eri eg komin til eina niðurstøðu:

Til løgtingsvalið, fari eg at brúka 0 krónur til valstríð.


Fólkaræðið skal ikki kosta
Skilt á tann hátt, at ein og hvør kann stilla upp í Føroyum, og er tað óskiljandi at vit nærkast donskum og amerikonskum vanum viðvíkjandi uppstilling.

Longu nú síggja vit flottar lýsingar, og at summir miðlar eru byrjaðir at krevja gjald fyri valgreinar.

Hergeir Staksberg, valevni fyri Sambandsflokkin tá, roknaði út eftir valið í 2011, hvussu nógv tað kostaði at reka valstríð, um ein valdi at fara í allar miðlar.

Eftir hansara roknistykki, so kostaði tað um 50.000 krónur vikuna.

Og hvør hevur ráð at blaka so nógvan pening um seg? Ikki eg og allarhelst fleiri við mær.

Og má eg siga meg samdan við Hergeir Staksberg, um tað skal verða so kostnaðarmikið, so hava vit ikki fólkaræði, ella kanska víðka hansara niðurstøðu, so hava vit ikki fíggjarligt fólkaræði.

Tað eru tíanverri fleiri og fleiri politikkarar, ið ókritiskt staðfesta at valstríð er vorðið kostnaðarmikið og tíðarkrevjandi.

Tíðarkrevjandi sigur seg sjálvt, men kostnaðarmikið er ein vandaleið, ið má steðgast. Annars fáa vit bara tey við pengum inn á løgting, og tað er ikki umboðandi fyri okkum øll.

Tí tað eru ikki øll, ið eiga so nógvan pening.

Hoyrt er um politikkarar, ið hava brúkt heila million uppá valstríð. Í Føroyum enntá. Ørskapur.


Skulu vit stuðla hugsjónum ella valstríð?

Næstan beint áðrenn løgtingi fór í summarfrí, varð samtykt at meiri peningur skuldi játtast til tað tey kalla poltiska upplýsing. Ivaleyst er at nú verður peningurin brúktur uppá valstríðið, og nú fer so peningurin at verða brendur av til lýsingar og plakatir.

Peningurin kundi verið brúktur á nógv betur hátt:

  • Ístaðin fyri ein hugsjónarligan settan skrivara, kundi Løgtingsskrivstovan givið eitt blað út um vikuna í valstríðnum, har øll valevni kundu hava grein í, ókeypis. Hetta blað kundi so komi út óansæð einaferð um vikuna ella mánaðin yvurhøvur
  • Valfundir kring landi
  • Kjaksendingar í útvarpi og sjónvarpi
  • og mangt annað

Og hví skulu vit spilla skattapening uppá plakatir, ið verða burturbeindar aftaná?

Serliga tá verður so nógv tosað um at vit skulu dálka minni?

Sanniliga er valstríði kostnaðmikið bæði so og so, men tað er so sanniliga eisini undarligt og fólkaræðisliga avmarkandi í verandi líki.

Og tað velji eg ikki at stuðla.

Tískil verða tað ongar plakatir, pennar o.s.fr. at síggja av mær.

Lat tað heldur verður innihaldi, ið telur og ikki kostnaðarmikil reklama.

Gott val

Teitur Vágadal

valevni Javnaðarfloksins