Hagtølini eru púra greið. 07 Vestur klárar seg ikki, tá svenski álopsleikarin Ken Fagerberg ikki er við.
Ken Fagerberg hevur mist tveir heilar dystir í ár. Teir eru báðir taptir stórt á heimavølli. Har afturat hevur hann mist stóran part av tveimum øðrum dystum, har liðið eisini tapt. Hesar fýra dystirnar hann ikki hevur verið við hevur 07 Vestur einki stig fingið og bara skorað eitt mál, sum kom uppá brotsspark í gjár móti HB.
Ken Fagerberg ikki við:
07 Vestur-NSÍ 0-4 (Løgmanssteypið)
07 Vestur-TB/FC Suðuroy/Royn 0-1 (út við skaða í 38. minutti)
NSÍ-07 Vestur 4-0 (út við skaða í 25. minutti)
07 Vestur-HB 1-4
Teir 8 dystirnar, har Ken Fagerberg hevur spælt allan dystin ella nær við tað, hevur 07 Vestur fingið 8 stig og skorað 6 mál.




