Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

07Vestur-KÍ: Upptakt

Jákup Ósá

Hjá báðum liðunum eru flest allir leikarar tøkir.

Hjá báðum liðunum eru flest allir leikarar tøkir.

Talan er um tvey lið, sum hava stóran tørv á, at sleppa at føla á sær, hvussu ein sigur følist. KÍ hevur ikki vunnið landskappingardyst síðani 28. apríl móti júst 07Vestur, meðan 07Vestur ikki hevur vunnið síðani 2. umfar 16.mars, tá felagsliðið vann sín higartil einasta sigur í ár.

07Vestur spælir hesaferð sín fyrsta dyst eftir summarsteðgin. Teir hava mist Evrard Blé, ið á pappírinum skuldi verið ein stórur profilur hjá teimum, men sum í ár ikki hevur verið serliga eyðsýndur. Toppskjútti hjá 07Vestur er Ibrahma Camara, meðan Tór-Ingar Akselsen er maðurin við flest uppleggum. Tey eru higartil 7 í tali. Skal nøkur vón fyri yvirliving haldast har vesturi, so má ein sigur til her beinanvegin í seinnu hálvu.

Hjá KÍ hava vit seinastu tíðina sæð eitt rák, har lið spælir fult upp ímóti mótstøðuliðinum og ofta betri so leingi, sum liðið antin er frammanfyri ella at tað stendur á jøvnum. Tá tað so kemur út í seinna hálvleik og mótstøðulið skorar, so tykist tað sum um, at alt liðið fellur í fátt. Hugburðurin í seinna hálvleiki móti HB vísti greitt eitt lið, sum hevur lítið sálarligt yvirskot, tá tað gongur eitt sindur ímóti. Tað er ikki óhugsandi, at vánaliga avrikið móti HB fer at fáa ávirkan á uppstillingina, har venjingarnar í vikuni benda á fleiri broytingar. Allir KÍ leikararnir hava vant í vikuni, men Jógvan Isaksen er neyvan mettur at vera klárur enn.

Dysturin í Sørvági byrjar kl. 17.00 og dómari verður Lars Múller.