Hesa seinastu vikuna hevur Sonogo Mouassa royndarvant og ta komandi vikuna vera Keita og Camara til royndarvenjing á Dungasandi.
Hesa seinastu vikuna hevur Sonogo Mouassa royndarvant og takomandi vikuna vera Keita og Camara til royndarvenjing á Dungasandi.
07Vestur spældi í dag venjingardyst móti B36. Úrslitiðgjørdist 3-2 til 07Vestur. Hendan dystin leikti Sonogo Mouassa við 07Vestur.Hetta er ein vinmaður hjá Tehe Aristide, ið er komin at royndarvenja. Hannskoraði móti AB fyrr í vikuni. Jarnhold Nattestad er virkandi formaður í 07Vesturog hann sigur, at felagið møguliga fer at styrkja seg við einum álopsleikara.Vit spyrja eisini, um 07Vestur er felagið, sum Keita og Camara skulu royndarvenjavið komandi vikuna
– – Sonogo hevur royndarvant hesa seinastu vikuna,men hann verður ikki partur av okkara hópi í ár. Og jú, ætlanin er, at Keita ogCamara koma at venja hesa komandi vikuna. Annars leita vit eftir einumálopsleikara, men tað verður einans gjørt, um vit meta okkum at kunna finnajúst tann rætta. So tað verður nokk tað sum vit fara at arbeiða við áðrennfreistina 17.mars, sigur Jarnhold Nattestad við Norðlýsið.
Hann sigur eisini, at Brian Jacobsen ikki hevur verið parturav 07Vestur hópinum eins og formaðurin hjá felagnum segði við Norðlýsið fyrr íár. Brian vandi bara eina ferð við og er nú aftur partur av Skála liðinum, sumJarnhold skilir tað.




