Mikukvøldið vunnu KÍ-kvinnur stórsigur á Víkingi, sum vóru nær við at javna til 2-2, áðrenn KÍ aftur fekk hol á og vann stórt.
KÍ-kvinnur vunnu enn ein sigur mikukvøldið, men hesa ferð hekk spælið hjá teimum ikki so væl saman, skrivar KÍ-heimasíðan, sum hevur hesa frásøgn frá dystinum:
Beint áðrenn tey flestu fóru at hyggja eftir Champions league finaluni, spældu KÍ-kvinnurnar ímóti Víkingi í Klaksvík. KÍ-kvinnurnar vunnu dystin 5-1 eftir eina leiðslu uppá 2-0.
KÍ gjørdi skjótt av, og legði seg á odda bæði 1-0 og 2-0, sum Rannvá og Ann gjørdu, áðrenn 10 minuttir vóru leiktir, og ein byrjaði at hugsa, at nú fóru tær orduliga at hølva Víking av, men soleiðis bleiv ikki.
Tí eftir at KÍ-kvinnurnar vóru komnar á odda 2-0 steðgaði alt upp hjá teimum, og tær høvdu ilt við at finna hvørja aðra á vøllinum.
Men Víkingur dugdu ikki nóg væl at revsa vánaliga spælið hjá KÍ-kvinnunum, og vóru sjálvdan farligar frammanfyri málið hjá teimum.
KÍ-kvinnurnar hildu áfram í seinna hálvleiki sum tær sleptu í fyrra, tað var ikki serliga nógv skil á teirra samanspæli, og Víkingur byrjaði nú at koma til onkrar kjansir, og ta einu ferðina endaði heilt galið.
Hanna Isaksen slapp leys av verjuni, og einsamøll við Olgu skoraði hon málið, sum er tað fyrsta sum er fari í gjøgnum hjá KÍ-kvinnunum í ár.
Eftir málið hildu Víkinga-kvinnur á fram at trýsta KÍ, og vóru tær nærri einum javnleiki enn KÍ-kvinnurnar vóru til at økja. Men KÍ-kvinnurnar eru kendar fyri ikki at gevast at kempa, og hóast alt gekk illa, so blivu tær við at kempa, og tað gav eisini úrslit, tá Sofía bleiv rend um koll í brotsteiginum hjá Víkingi, og dómarin peikaði á plettin. Rannvá var sett at skjóta, og sveik ikki, og gjørdi tað til 3-1.
Eftir hetta hevði KÍ tamarhald á støðuni, og fingu tær tvey mál afturat, sum Olga Kristina gjørdi.
KÍ vann sostatt dystin 5-1, og tað skal sigast at tað er sera flott av teimum, tí tað er flott at vinna so nógv, tá ein spælur so vánaligt.
KÍ – Víkingur 5 – 1 (2 – 0)
1 – 0 Ann Olsen, 6′
2 – 0 Rannvá Andreasen, 9′
2 – 1 Hanna Isaksen, 56′
3 – 1 Rannvá Andreasen, 59′ brsk.
4 – 1 Olga Kristina Hansen, 63′
5 – 1 Olga Kristina Hansen, 87′
KÍ
Olga F. Olsen – Ann Olsen, Doris í Garði Joensen, Ragna Patawary (Marjun Joensen), Paula Mikkelsen (Vár Jenny Lydersen) – Sigrid Jacobsen, Elsa Maria Simonsen, Tove Sólheyg, Rannvá Andreasen – Olga Kristina Hansen – Sofía Purkhús
Á beinkinum uttan at koma inn: Sølva Andreasen, Malene Josephsen
Venjari: Aleksandar Djordjevic
Víkingur
Anna Kristina Joensen – Ragnfríð Jacobsen, Rósa Magnussen, Gunvá Pállson, Ingunn Jacobsen – Sanna Jacobsen, Jacoba Langaard, Anna Malena Højgaard, Mary-Ann Isaksen – Heidi Heinesen, Hanna Isaksen
Byrjaðu á beinkinum: Nelly Poulsen, Elin V. Olsen, Lis Justinussen*
Venjari: Magni Jarnskor
Dómari: Eugen Voda, Valenu Mieila, Alin Balutoiu
*Dómarin hevur ikki sett útskiftingarnar á dómaraseðilin.
(kelda: www.ki.fo)
Longu fríggjakvøldið bresta bestu liðini hjá Víkingi og KÍ saman aftur, men tá verða tað mannligu flaggskipini í Formuladeildini, sum møtast á vøllinum í Sarpugerði.
Tann dysturin byrjar kl. 19.00.




