Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

1. maihald við SU & UT

Tíðindaskriv

1. mai er Altjóða arbeiðaradagur og varpa Sosialistisk Ung og Unga Tjóðveldið ljós á dagin á Speaker’s Corner í Havn. Hetta verður gjørt við tveimum ungmannarøðum frá ungmannafeløgunum báðum umframt at tónleikur verður framførdur. At framføra koma Ragnar Finsson og Jákup Lind Dam, ið framføra tvey løg í part.


Hetta er annað árið á rað, at ungmannafeløgini bæði standa saman um dagin og skipa fyri tiltaki. Arbeiðarin, sosialt rættvísi og skeivleikar í samfelagnum verða sett á dagsskrá henda dagin.

Tiltakið byrjar aftaná 1. maihaldið á Vaglinum, sum er liðugt uml. kl. 16. Øll eru hjartaliga vælkomin!