Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

1 milliard minni til vælferð um tú velur ein loysingarflokk

John William Joensen

At allir flokkar við undantakið fyri Sambandsflokkinum, vilja av við blokkstuðulin er vert at leggja sær í geyma.

Ein burturbeining av blokkinum vil fáa beinleiðis ávirkan á vælferðina og harvið eisini vælferðartænastur okkara.

Tað er ongin sum kann burturforklára, at um blokkurin skal vekk , so má ein munandi størri meirinntøka fáast til landskassan , – higartil hevur ongin av “blokkskerjara flokkum” hvørki víst á hvussu hendan skal fáast til vega, ei heldur verið førir fyri at skapt eina vinnuliga inntøkukeldu, sum kann skapað neyðugu inntøkuna.

Hóast hendan veruleika, so tosað teir framvegis um blokkskerjing her og nú , samstundis sum teir vilja betra vælferðina og tað vita vit øll skal fíggjast.

Viðkomandi er at spyrja – hvussu ætla teir at fáa fíggja síni vallyftir við at minka um inntøkusíðuna við út móti milliardini??

Sambandsflokkurin er tín trygd fyri at 630 milliónir krónur ikki verða skerd av vælferðini.

Sambandsflokkurin vil áhaldandi menna ríksifelagskapin og harvið tryggja okkara vunnu rættindi á øllum økjum innan ríkisfelagskapin sum t.d. blokkstuðul, lestrar og útbúgvingarmøguleikar, endurútbúgvingar, heilsurøkt og ríkisborgaraskap

Sambandsflokkurin hevur loysnirnar , og kemur áhaldandi at tryggja og menna okkara vælferðarsamfelag.

Velur tú sambandsflokkin til løgtingsvalið 19. januar er tú vil til at tryggja framtíðina og vælferðina.

Johan Dahl
Løgtingsmaður
Vági.

Harleywoodpaint