Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

10% færri á vali í Klaksvík

Oliver Joensen

Valluttøkan hevur verið sera lág í Klaksvík til hetta fólkatingsvalið. Áðrenn fínteljingina verður sagt, at valluttøkan hevur verið 65% móti 75% til seinasta løgtigsval.

Sum vit hava sagt frá fyrr, so komu einans 97 brævatkvøður inn hesaferð. Harafturat brúktu 2.147 borgarar møguleikan at greiða atkvøðu í KÍ-høllini, sostatt greiddu 2.244 atkvøðu og er hetta um 65% av teim 3461 í høvdu valrætt.
Samanborið við seinasta fólkatingsval, var luttøkan 10% minni. Hvør orsøkin er, kann bert metast um, men tað at eitt nú Anfinn Kallsberg ikki stillar upp hevur helst havt nakað við valluttøkuna at gera. Veðrið hevur hinvegin verið av tí allarbesta allan dag, so tað hevur ikki verið orsøk til at veljararnir ikki tímdu av húsum.