Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

10. flokkur – eitt øðrvísi skúlaár

John William Joensen

Skúlin á Ziskatrøð í Klaksvík hevur seks tey seinastu árini roynt øðrvísi skúlaskipan í 10. flokkunum.

– Uppbygnaðurin er í stuttum hesin, at skúlaárið hevur sínar føstu fakligu eindir, har próvtøkukrøvini til ávísar lærugreinir skulu lúkast. – Umframt tað, so eru tær handaligu eindirnar eisini tiknar við, har dentur verður lagdur á at skipa fyri skeiðvikum. – Í triðja lagi hava næmingarnir góðar møguleikar at velja fleiri ymiskar handaligar lærugreinir. –
Tað verður altíð roynt at skipa fyri skeiðvikum, har innihaldið kann verða næmingunum bæði læruríkt og mennandi. – Nevnast kunnu Trygdarskeiðini og Fyrstuhjálparskeiðini, ið verið hava á hvørjum ári við rættiliga góðum úrslitum. – Hesi árini hava so uml. 250 næmingar fingið handað prógv, sum eru tey altjóða galdandi prógvini, ið latin verða í slíkum skeiðshøpi. – Skeið, ið hava stóran týdning fyri ungdómin, har tey læra at kenna álvarsemi, tá ið tað snýr seg um trygd bæði á sjógvi og landi.-
Roynt verður eisini við øðrum skeiðsvikum – her kunnu nevnast Seymiskeið, Fotoskeið og Hornskeið. – Nøkur handalig skeið, ið ógvuliga væl vísa, hvussu góðar og fjølbroyttar virkisgávur, ungdómurin hevur. – Skeiðini hava altíð virka væl, og nógv er komið burturúr.-
Við øðrvísi og fjølbroyttum virkishugi og arbeiðslagi fáa næmingarnir munandi meir burturúr – teir styrkja væl um sjálvsálitið, gerast búnir og duga at arbeiða sjálvstøðugt.
Vællærugreinirnar, ið næmingar hava alt árið, eru fleiri at velja í. – Ítróttur, Sjómanslæra, Drama, Handarbeiði, Tónleikur, Heimkunnleiki, Smíð, Motorlæra, Elektronikk, Evning eru so lærugreinirnar, 10. flokkur hevur í verandi skúlaári. – Hetta eru eisini gevandi og mennandi lærugreinir, har næmingar kunnu fáa nógv burturúr, um hugur og hegni fylgja við.-
Samanumtikið kann sigast, at Skúlin á Ziskatrøð hevur ein vælvirkandi 10. flokk – eina skipan, ið tvinnar saman fakliga og handaliga skúlan, ið gevur næmingunum møguleikan at mennast og trívast – gerast búnir at fara víðari í samfelagi og útbúgving.