Í seinastuni hevur aftur verið kjak um 10. flokk fólkaskúlans.
Hóast, sum sæst her í blaðnum ídag, at skúlafólk og næmingar halda at 10. flokkur er ein flokkur, har nógv og áhugavert kann fáast av skafti, so hevur ovasti føroyski skúlamyndugleikin ikki megna at sagt føroysku skúlunum frá at 10. flokkur riggar sumstaðni.
Hetta er ikki fyrstu ferð at kjakast hevur verið um hetta seinasta árið í fólkaskúlanum. Fyri mongum mongum árum síðani var nógv kjak um júst hetta seinasta skúlaárið, og tá varð nógv tosað um at gera hetta skúlaárið til eitt fyrireikingarár til hægri lestur. Tað vóru tey, sum tá hildu at næmingarnir tá áttu at fingið ein forsmakk uppá tað, tey kundu vænta av hægru skúlunum.
Ein av grundgevingunum ímóti hesum tá var, at lærarar vóru bangnir fyri at lærarar frá miðnámsskúlunum tá so líðandi fóru at yvirtaka undirvísingina í 10. skúlaári.
Nú aftaná kann man helst siga, at tað var tó tað besta, at 10. flokkur ikki varð gjørdur til eitt fyrireikingarlestrarár til hægri skúlar, tí tá høvdu helst munin fleiri rýmt úr skúlanum eftir 9 ár í fólkaskúlanum, orsakað av at tey tá ikki høvdu ætlanir um at lesa nakað meira, og tað er onki undaligt at fólk eru skúlatroytt tá 9 ár eru farin í fólkaskúlanum. Tá hevði helst verið møtimikið hjá mongum næmingi at farið undir eitt 10. skúlaár við nógvari teori.
Skúlarnir í Klaksvík eru júst farnir øvuðgtan veg og hava báðir, sjálvt um teir ikki hava gingið á somu gøtu, fingið 10 flokk at verið eitt attraktivt skúlaár, sum flestu næmingarnir siga at hava verið tað besta av teim 10 skúlaárunum.
Um trupulleikarnir í høvuðsstaðnum eru so stórir viðvíkjandi 10. skúlaári, so áttu teir í minsta lagið vent sær henda vegin at kunna seg um hvat fyriferðst. Men sjálvandi, tað er langt til Klaksvíkar, helst fara teir heldur av landinum at vita um teir ikki finna eitthvørt, ið "kanska" kan brúkast.




