Í tíðindaskrivi í kvøld sigur stýrið fyri kommunala Láns- og Veðhaldsgrunnin, at landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur játtað at avtaka grunnin.
Hetta hevur við sær, at kommunurnar fáa slakar 56 milj. krónur útgoldnar úr grunninum. Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri sigur í stuttari viðmerking, at Klaksvíkar Kommuna roknar við at fáa útgoldið umleið 10 milj. krónur úr grunninum sum er parturin, ið Klaksvíkar Kommuna eigur.
Allar kommunurnar í Føroyum eiga úr hesum grunninum, men summar av kommununum hava brúkt av sínum parti.
Hetta kemur væl við nú, býráðið skal gera nógvar íløgur, leggur Steinbjørn Jacobsen afturat.




