Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

10. umfar: Fer steypakappingin at arga troyttu hálvfinalistarnar?

Jákup Ósá

Metingar: Bæði KÍ og HB hava flutt sínar dystir ein dag fram og tað ger, at bara tríggir dagar eru millum dystirnar hjá hesum báðum liðunum. Tað er ikki vanligt hjá føroyskum liðum og spennandi verður at síggja, um hetta fær ávirkan á avrikini.

Metingar: Bæði KÍ og HB hava fluttsínar dystir ein dag fram og tað ger, at bara tríggir dagar erumillum dystirnar hjá hesum báðum liðunum. Tað er ikki vanligthjá føroyskum liðum og spennandi verður at síggja, um hetta færávirkan á avrikini.

Størsti dysturin hetta umfarið er íRunavík mánakvøldið, har steypafinalistarnir NSÍ og B36 møtast.Men spurningurin er, um fortreytirnar ikki eru broyttar eftir somikið – eftir hvat hendi hósdagin – at vit hava ein greiðanfavoritt í tí dystinum. HB skal venda keðiligu gongdina seinastutíðina, meðan KÍ á Norðoyastevnu skal koma aftur á beint eftirstórtap í Runavík í steypakappingini. Heimaliðini erufavorittar, men bæði ÍF og 07 Vestur hava enn betri møguleika ennframmanundan at fáa stig móti HB og KÍ vegna steypadystirnar, ið hesi hava havt bara fáar dagar frammanundan.

TB/FC Suðuroy/Royn-EB/Streymur

TB/FC Suðuroy/Royn er komið niður ájørðina aftur eftir fýra tap á rað móti fýra av topp fimmliðunum í fjør. Nú eru mótstøðuliðini aftur tey niðastu teirkomandi dystirnar. Hetta er møguleikin hjá suðuroyingum at komafyri seg aftur og staðfesta sína støðu sum eitt lið, sum íøllum førum er ov gott til nakað niðurflytingarstríð.EB/Streymur hevur bara fingið stig í eina útidystinum av fýrahigartil. Men fyrra dystin millum liðini vann EB/Streymur – sumskilst – fult uppiborið. Tí hava sundalagsmenn kanska uppskriftinafyri at fáa eitt gott úrslit móti suðuroyingum. Men tað sumTB/FC Suðuroy/Royn m.a. vísti móti KÍ vísti, at liðið hevurgóðar dygdir á heimavølli. TB/FC Suðuroy/Royn er favorittur atvinna hendan dystin á heimavølli. Tipping: 1 (2-0)

Víkingur-Skála

Grannauppgerð millum tvey lið, harVíkingur altíð dregur longra stráið í landskappingini áheimavølli. Víkingar fingu gongd á aftur seinast eftir eina røðvið javnleikum. Víkingur hevur onga steypakapping havt at hugsa umí vikuni og eru tí heilt klárir til dystin hetta vikuskiftið. Taðer ein fyrimunur til hendan dystin. Skála hevur á útivølli argaðKÍ og NSÍ, so talan verður neyvan um lættan dyst hjáheimaliðnum. Fyrr í ár vann Víkingur uppibornan sigur mótiSkála, og tað ger heimaliðið mest sannlíkt eisini hesaferð sumsiðvenjan er. Hetta kann blíva eitt umfar, sum fer at passa Víkingivæl. Tipping: 1 (2-0)

HB-ÍF

HB hevur eins og KÍ flutt sín dysttil sunnudag, men tað er nokk ivasamt, um HB hevði gjørt tað, umliðið visti, at tað skuldi spæla 120 minuttir móti B36 baratríggjar dagar frammanundan. Spælir HB við sama liðnum, so kannliðið skjótt koma at fáa trupulleikar, tí leikararnir hava ikkifingið dystin móti B36 úr beinunum. Hinvegin er ÍF eittynskismótstøðulið ein slíkan dyst, tí ÍF er vánaligastaútiliðið í deildini higartil í ár. Hjá HB er tað kanska eittgott hugskot at geva fleiri leikarum møguleikum, sum sótu uttanfyriseinast. Eisini tí at HB hevur tað trupult í løtuni, har liðiðtapti eina hálvfinalu, sum ikki sá út til at kunna tapast viðumstøðunum í huga umframt, at langt er upp til toppin ílandskappingini. Tað kann gott vera, at hetta er møguleikin hjá ÍFat fáa ársins besta úrslit á útivølli, men skiftur HB nakrarfrískar mans inn og samstundis sum hópurin megnar at leggjakeðiligu úrslitini seinastu tíðina afturum seg mentalt, so endarsigurin mest sannlíkt hjá heimaliðnum. Tá hesi liðini møtast,so plagar heimaliðið at standa seg munandi betri. Vit tippa, at HBklárar at vinna hóast trýstið á liðið er øgiligt í løtuni.Tipping: 1 (2-1)

NSÍ-B36

Undan kappingini var tað B36, sum varbesta boðið uppá ein FM vinnara. Eftir fyrstu umførini var taðVíkingur, men nú er tað kanska NSÍ. NSÍ spælir í løtuni sumeitt meistaralið. Góðan verjupart, hart arbeiðandi leikarar ogálopsleikarar, sum avgera uppá mest týðandi tíðspunktini ogtaka av, tá møguleikarnir koma har. Effektivir og skarpir. Liðiðtapir næstan ongantíð ikki móti hinum toppliðunum longur. AndersGerber tykist hava funnið røttu uppskriftina til eina góðajavnvág millum álopsfótbólt og verjufótbólt. NSÍ sær út tilat duga væl at liggja kompakt í verjustøðu og koyra úrslit heim.B36 framdi eitt bragd í hálvfinaluni hósdagin, men nógv bendur á,at tað gongur útyvir hendan dystin. Bæði Eli F. Nielsen og PatrikJohannesen hava leikbann, meðan tað heilt vist eru fleiri seratroyttir leikarar eftir ársins strævnasta dyst, hvat fysikkiviðvíkur, tá B36 spældi 120 minuttir og enntá stóran part avteimum við tveimum leikarum í undirtali. Frammanundan hevur B36eisini fleiri skaðar. Høgni Eysturoy, Alex Mellemgaard, Eli F.Nielsen, Hannes Agnarsson, Christian R. Mouritsen, Philip Lund ogPatrik Johannesen eru 7 leikarar, sum allir eru nær sterkastuuppstilling og sum møguliga ikki eru tøkir. Hóast NSÍ var undirtrýsti stóran part av dystinum, so kom ongantíð veruligurspenningur í hálvfinaluna hósdagin, og tí brúkti NSÍ kanskaikki so øgiliga nógvar kreftir í tí dystinum. Hetta átti atverið ein javnur og spennandi dystur av røttum, men fortreytirnargera, at NSÍ er greiður favorittur mánakvøldið. NSÍ er áheimavølli, betri mannað og betri hvílt til dystin umframt, at NSÍongar veikleikar vísir í løtuni. B36 hevur illað ráð til attapa, tí so verður langt upp til onkur av fremru liðunum, men taðverður sera trupult at manna seg upp eftir at hava verið átindinum nakrar dagar frammanundan við nógv betri mannaðum liði.Tipping: 1 (2-0)

KÍ-07 Vestur

Á pappírinum eigur hetta at vera eindystur, sum KÍ má og skal vinna og helst uttan stórvegistrupulleikar. Men tað er ikki vist, at tað verður so. At spælalongu sunnudag eftir eina krevjandi hálvfinalu hósdag frammanundaner ikki optimal fyrireiking. Tað kann merkja, at leikarar veratyngri í tí enn vanligt. Sjálvsálitið er neyvan heldur í toppeftir 3-0 tap. Eins og hjá HB, so er kanska skilagott at skiftafleiri frískar leikarar inn, sum sótu uttanfyri seinasta dyst. 07Vestur vísti í Sarpugerði, at liðið á rætta degnum er førtfyri at skapa eitt gott úrslit á útivølli. Fleiri óvæntaðúrslit eru hend í ár og kanska liggur eitt av teimum eisini oglúrir her. Tí Norðoyastevna og eitt KÍ lið uttan optimalarenniorku gevur 07 Vestur møguleikan at endurtaka bragdið úrSarpugerði m.a. við sínum vandamikla álopsparið. Dysturin íSørvági millum liðini var eisini rættuliga javnur og spennandi. Áheimavølli er tó trupult at tippa ímóti KÍ, men hetta verðurneyvan nakar lættur dystur hjá heimaliðnum og javnleikur sum mótiSkála í fyrsta umfarinum kemur ikki óvart á. Tipping: 1 (1-0)

Harleyfacadeacryl