Her verður mett um teir fimm dystirnar í 10. umfarinum í Effodeildini.
Eitt rættuliga áhugavert umfar í Effodeildini er á skránni, nú hol verður sett á næsta triðing av kappingini.
Av teimum 45 dystunum í Effodeildini í ár, eru bara 9 dystir sum eru endaðir við einum sigri til útiliðið. Tí verður áhugavert at síggja, um hetta talið fer at økjast upp í 13 eftir einum umfari, har øll tey fýra ovastu liðini spæla á útivølli móti liðum, sum kunnu bíta frá sær á rætta degnum.
Niðanfyri metir Jákup Ósá, ítróttarskrivari á Norðlýsinum, um 10. umfar í Effodeildini:
ÍF-NSÍ
Fuglfirðingar hava gjørt sítt heimaarbeiðið við at leggja dystin, tí teir hava givið øllum fótbóltsáhugaðum møguleikan at síggja dystin, nú hann liggur fríggjakvøldið. Hví góvust tit í Víkingi við tí? Tað fer at fáa eitt smíl uppá kassameistaran í ÍF, um veðrið verður gott. Tí talan er um sera áhugaverdan dyst, har oddaliðið vitjar hjá ÍF og tað samlar fólk. Á heimavølli er ÍF eitt sterkt lið burtursæð frá seinasta dysti, meðan NSÍ hevur víst stórar veikleikar á útivølli. NSÍ liðið sum eg sá sunnudagin var ikki sannførandi, men teir gulu vóru neyvir frammanfyri málinum og fingu úrtøku burturúr trimum av fimm møguleikum. Eg havi ikki sæð nógvar dystir hjá ÍF, men tað tykist sum um leikligu avrikini hava sjáldan verið sannførandi. Eg vænti, at ÍF setur Adeshina Lawal í álopið frá byrjan og við øllum teimum álopskendu leikarunum hjá ÍF, so eigur ivasami NSÍ verjuparturin, sum tó spældi ein góðkendan dyst móti KÍ, at fáa trupulleikar. ÍF verjuparturin hevur somuleiðis veikleikar og tað kunnu NSÍ og Klæmint A. Olsen lættliga revsa. Eg vænti ein sera undirhaldandi og tættan dyst við nógvum málum og møguleikum, tí styrkin hjá báðum liðum liggur í álopspartinum. Hóast stigatalvan sigur, at NSÍ eigur at vinna, so velji eg at trúgva, at NSÍ er til at tosa við á útivølli – sum bæði B36 og Víkingur hava prógvað – og at ÍF fær ein týdningarmiklan sigur í Eysturoyar uppgerðini. Tipping: 1 (4-3)
FC Suðuroy-B36
Tað er gott at síggja, at FC Suðuroy hevur mótprógvað øllum kritikkinum, sum flestu av okkum í fjølmiðlunum góvu teimum eftir fyrstu umførini, tá stórtap og reyð kort settu dagskránna hjá uppflytarunum. Seinasta sunnudag fingu vit eisini staðfest, at liðið nú er ført fyri at fáa úrslit á útivølli eisini. B36 misti á stokkinum seinast eftir umstrídda dómara avgerð. Tá hevði B36 annars havt sera trupult við at skapt nakað móti AB, men hesaferð hevur B36 sínar leikarar í høgru síðu aftur og tað fer at muna, tá tað kemur til at skapa mál møguleikar. B36 hevur tó havt ávísar trupulleikar av niðaru liðunum, men í Vági vann liðið tryggan sigur fyrr í ár í nógvum vindi. Megnar FC Suðuroy at fáa úrslit móti toppliðunum? Tað ivist eg í, men úrslitini seinastu tíðina vísa, at tað letur seg gera. Eg vænti tó, at eins og HB gjørdi fyri fáum vikum síðani, so dregur B36 longra stráið í Vági. Tipping: 2 (0-2)
AB-EB/Streymur
Tað fyrsta sum eg hugsi um, tá eg síggi hendan dystin á skránni er, at hetta kanska er seinasta útkall hjá EB/Streymi. Tí vinnur AB her, so er tað hjá EB/Streymi 6 stig upp til AB, sum er eitt lið, sum kann væntast at fáa nógv fleiri stig seinni. Tað tykist sum um, at teir hava mist móti í EB/Streymi eftir, at teir ikki fingu úrtøkuna, sum teir høvdu uppiborið í fleiri av javnleikunum fyrr í ár. Eg verið heldur ikki kløkkur, um Marni Djurhuus og/ella Egil á Bø, sum báðir hava spælt fleiri dystir við næstbesta liðnum, vera at síggja á vøllinum skjótt í einari seinastu roynd at venda gongdini. AB hevur ongan dyst vunnið enn í ár, men avrikini hava ofta verið góð og sjáldan er liðið leikliga greitt við undirlutan. Tað er í álopspartinum, at liðið hevur trupulleikar. Samstundis hevur AB tað ofta truplast, tá talan er um mótstøðulið, sum liggja í botninum á stigatalvuni. Tí sigur søgan okkum, at AB lættliga kann fáa trupulleikar í einum dysti sum hesum. Eg vænti, at EB/Streymur fer at liggja verjukent og spæla uppá snarálop. Longri tíð gongur, sum AB ikki fær hol á, størri gerast møguleikarnir hjá EB/Streymi at fáa stig og kanska móti endanum stjala tað heila. Fyrsti dysturin millum liðini endaði 0-0, men síðani hevur EB/Streymur havt tað sera trupult, og tí eigur AB at kunnu vinna sín fyrsta sigur, men møguleikin hjá EB/Streymi er har. Tipping: 1 (1-0)
TB-HB
Hesi bæði liðini hava mangan leikt stórar dystir í føroyskum topp fótbólti. Dysturin sunnudagin er millum nummar 3 og 6 á stigatalvuni og bæði liðini vunnu týðandi sigrar seinast. TB spælir á heimavølli, men tann annars sterki heimavøllurin við Stórá hevur enn ongan sigur givið í ár. TB hevur – við Rógva Joensen og Albert Adu í toppformi – havt eitt gott kappingarár higartil og einki bendur enn á, at liðið skal stríðast um at yvirliva. Nú skal liðið til at fáa sigrar á heimavølli. HB vann á Víkingi seinast, tá kanska tey fæstu væntaðu tað, og tað er ikki ókent fyri HB. Liðið er við aftur í FM stríðnum og undan dystinum sunnudagin veit HB, hvussu tað hevur gingið teimum báðum liðunum omanfyri, NSÍ og B36. Tað verður helst spennandi við Stórá, men eg haldi, at HB hevur víst í ár, at liðið hevur tað sum skal til fyri at fáa neyðugu sigrarnar á útivølli móti botn og miðal liðum. KÍ, ÍF og FC Suðuroy dystirnir góvu 7 stig. Tipping: 2 (1-2)
KÍ-Víkingur
Dystirnir millum hesi liðini plaga sjáldan at vera nakað vónbrot. Tað røkkur aftur til 1990’ini, har KÍ og GÍ spældu nógvar minniligar dystir. Tað plagar at vera spennandi og dramatiskt og ein grannauppgerð, har stigatalvan sjáldan hevur stóra týdningin. M.a. hava vit fleiri ferðir fingið dystir við 6 málum hesi seinastu árini. Dysturin missir tó nakað við, at hvørki Atli Gregersen ella Hans Jørgen Djurhuus kunnu spæla. KÍ vinnur ikki í Sarpugerði móti Víkingi, men í Klaksvík hevur KÍ vunnið fleiri ferðir. KÍ hevur á heimavølli í ár vunnið tríggjar av fýra dystum, men sigrarnir eru komnir móti nummar 8, 9 og 10, meðan tapið kom móti HB. Er tað eitt tekin um, at toppliðini fara at taka alt úr Klaksvík ella staðfestir KÍ seg sum eitt av landsins bestu heimaliðum? Á KÍ liðnum tykist liðið avrika væl, so leingi sum liðið ikki kemur afturum, men fleiri leikarar hava í fleiri dystum havt sera trupult við at reist seg, tá liðið fyrst er komið afturum. Tann trupulleikan hevur Víkingur ikki og júst hugburðurin kann gerast munurin eins og Víkinga leikararnir eru nógv dugnaligari til at skora mál enn KÍ, sum í nógvum dystum hevur brent møguleikar í hópatali og tað hevur liðið ikki ráð til í dystum móti toppliðum. Eg síggi fyri mær, at tað verður javnt og spennandi fyrsta tíman. Fyrsta málið fær týdning – serliga um Víkingur skorar tað – og so er spurningurin, hvør partur fær reytt kort í seinna hálvleiki, tá tað kókar yvir, sum tað ofta ger í hesum uppgerðunum. KÍ manglar at prógva, at liðið kann vinna ein stóran dyst, og tí koppi eg tað til Víking. Tipping: 2 (1-2)




