Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

100 ára føðingardagur í Hvannasundi

Oliver Joensen

Í dag fyllir Anna Sofía Sørensen úr Hvannasundi 100 ár. Anna Sofía býr á Vistarheiminum í Klaksvík. Í dag var dagurin eisini hildin á Norðoya Vistarheimi, har vit fingu hesar myndirnar. Men frá klokkan 15 í dag verður dagurin hildin í Hvannasundi. Hon er fødd í Depli, men varð sum eitt ára gomul flutt til Viðareiðis, har hon vaks upp hjá Dala og Johannu.

Á myndunum síggjast tvær av døtrunum hjá  Jóhonnu, Hallgerð og Bjørg, sum báðar búgva í Danmark. Umframt tær, eigur Jóhanna eisini sonin Andrias, ið býr í Hvannasundi.