Tað er greitt at valdømis skipanin onga ávirkan hevur havt á talið á kvinnum sum luttaka í politikki. Talið á kvinniligum valevnum er nevniliga á sama støði sum tað var í 1998
Tað er greitt at valdømis skipanin onga ávirkan hevur havt á talið á kvinnum sum luttaka í politikki. Talið á kvinniligum valevnum er nevniliga á sama støði sum tað var í 1998
Ein av høvðusorsøkunum fyri at gera Føroyar til eitt valdømi var m.a. spurningurin um at fáa fleiri kvinnur at luttaka í politiska arbeiðinum. Felagsskapurin Demokratia, sum fær beinleiðis stuðul av fíggjarlógini, heldur fast um skipanina við einum valdømi og tá røddir vóru frammi í løgtinginum um at broyta valski-panina setti felagsskapurin seg ímóti ætlaðu broytingunum.
At tað gongur rætta vegin við kvinnu umboðanini í løgtinginum hevur verið sagt og ein orsøk skal verða at landið er skipað sum eitt valdømi. Men í veruleikanum eru ikki fleiri kvinnur sum stillað upp men prosentvís eru tær fleiri tí mannfólkini fækkast í stórum. Talið á mannfólkum sum stillað upp til løgtingið er minkaður í stórum seinastu árini. Talið á kvinnum sum stillað upp til løgtingið er á sama støði sum í 1998, men sama tíðarskeið er áhugin fyri politiska arbeiðinum munandi minkaður millum mannfólkini.
Tølini fyri uppstillingina til løgtingið síggja soleiðis út:
|
Ár |
kv. |
M |
Tils. |
|
2011 |
57 |
111 |
168 |
|
2008 |
56 |
115 |
171 |
|
2004 |
58 |
195 |
252 |
|
2002 |
49 |
184 |
233 |
|
1998 |
53 |
225 |
278 |




