87 búpláss til eldri eru í Norðoyggjum harav fýra verða brúkt til umlætting og tørvurin er meira enn tvífaldur, tí sambært Klaksvíkar Kommunu standa 100 fólk á bíðilista.
87 búpláss til eldri eru í Norðoyggjum harav fýra verða brúkt til umlætting og tørvurin er meira enn tvífaldur, tí sambært Klaksvíkar Kommunu standa 100 fólk á bíðilista.
Sambært svarskrivið, sum Norðlýsið hevur fingið, frá Klaksvíkar Kommunu, í samband við innlitsumbøn. er stórur tørvur á røktarheimsplássum í norðoyggjum og harafturat kunnu vit vanta nýggjar bíðilistar til barnaansing.
Í samband við Kommunal grundstykkir standa 48 á bíðilista, meðan eingin bíðilisti er til vinnulig grundstykkir.
Í summar fingu 37 børn pláss á vøggustovu/dagrøkt og 24 børn fingu barnagarðspláss. Higartil hevur kommunan megnað at nøkta tørvin, men vegna stóra tilflyting er greitt at tað verður trupult at finna børnum pláss eftir 1. november og frameftir.




