Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

100 fólk fara at renna Kalsoynna í morgin

Treysti

Í morgin fara umleið 100 rennnarar, at renna frá Syðradali til Trøllanes. Tað er Treysti, sum sjeynda árið á rað, skipar fyri Kalsoyar Renningini. Byrjað verður umleið kl. 10.30 ella tá øll eru klár. Undirtøkan fyri hesum rennitúrinum hevur øll árini verið góð. Teinurin er umleið 16,5 km, og harav eru 5,5 km í tunli. Tí skulu rennararnir vera í endurskinsvesti og hava lykt. Á Trøllanesi verður borðreitt við suppu og kaffi í skúlanum.

  
Talan er als ikki um kapping, men heldur um ein góaðn rennitúr, har fleiri velja at fylgjast og práta, meðan runnið verður norður eftir oynni.

Sam er ikki afturkomin, men ístaðin er tað Silja Star, sum førir rennararnar til Kalsoynna. Siglt verður kl. 10.00 úr Klaksvík og aftur av Syðradali kl. 14.30 og kl. 17.35.