Tað verður ein innrás av KÍ viðhaldsfólki í Stokkhólmi í næstu viku.
Tað verður ein innrás av KÍ viðhaldsfólki í Stokkhólmi í næstu viku.
Í næstu viku spælir KÍ sín fyrsta dyst á útivølli í Europa League í 10 ár. Leiðin gongur til svenska høvuðsstaðin Stokkhólm, har dysturin verður leiktur á størsta leikvøllinum í Skandinavia, sum er Friends Arena. KÍ skipar fyri leigutúri til dystin. Frá KÍ frætta vit, at áleið 100 pláss eru farin, og tí verður nú byrjað at selja seinastu áleið 44 plássini í flogfarinum, sum tekur 144 fólk. Flogið verður mánakvøldið 3. juli kl. 21.45 og heimaftur fríggjamorgunin 7. juli kl. 01.30. Fleiri møguleikar eru. Ynskir ein bara ferðaseðil aftur og fram, so ber tað til. Bíligasti pakkin, har flogferð við avgjøldum, bussflutningur, gisting og atgongumerkið er íroknað verður selt fyri 5995 kr.
Les alt um túrin og tilmelding á síðuni HER




