Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

1000 atgongumerki til Haugaard Pelagic longu seld

John William Joensen

Ein vika er eftir til Norðoyastevnu og ikki minst til øll tiltøkini hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag. Tað gongur sera væl at selja atgongumerkir til Haugaard Pelagic og skjótt verður útselt til sýningina Leygarkvøldið.

Ein vika er eftir til Norðoyastevnu og ikki minst til øll tiltøkini hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag. Tað gongur sera væl at selja atgongumerkir til Haugaard Pelagic og skjótt verður útselt til sýningina Leygarkvøldið.

Sum fólk óiva vita, hevur tað eydnast felagnum at fáa Jacob Haugaard at spæla við í kabarettini. “Jacob kemur at spæla við, sum ein annar leikari” sigur Rudolf Joensen, formaður í felagnum “men hann kemur eisini við sínum egnu hugleiðingum um føroyingar. Kenni eg Jacob rætt, slær tað ikki falskar mentir.”
Afturat Jacob Haugaard verða eisini Sjúrður Skaale, Hilmar Jan, Mariann eg-verið-so-hoyt-um-hjartað Hansen, Jákup Veyhe, duoin Bernie og Høgni og so Rudolf sjálvur.

Foyerur í Skálanum.
Umframt kabarettina skipar felagið eisini fyri foyeriI í Skálanum fyri øll sum koma á kabarett. Foyerurin er ætlaður til fólk, at kunna hita upp áðrenn sýningina:regnar tað kunnu tey kroka, er tað ov turt, kunnu tey keypa sær okkurt vátt – sum foyerar í londunum kring okkum virka. Foyerurin letur upp 3 tímar fyri sýning.

Norðoyastevnudansurin.
“Sum eitt sats, hevur felagið stóran hallardans við SHOWMONNUM. Seinnu árini hevur ongin størri dansur verið á Norðoyastevnu, og eftirsum vit longu eru inni í høllini við einum anleggi, og við Føroya besta dansiorkestri so bjóða vit í ár til hallardans við SHOWMONNUM.” sigur Rudolf. “Eg vil strika undir, at tað er bara í Klaksvík, at eitt tiltak sum hetta ber til – og ikki minst við tí stuðli vit hava fingið. Og eg vil nýta høvi at takka teimum sponsorum, sum hava stuðla okkum við hesum.”

“Yvirskotið, sum felagið vónar kemur, fer til eina Svøríkisferð hjá okkara ungu leikarum. Og røkka pengarnir, eru ætlanir um at fáa ein kendan sjónleikaraundirvísara heim at halda skeið fyri felagnum. Og, verða tað tá enn pengar eftir, so hava vit eina stóra og spennandi og forkunnuga verkætlan í ermuni – men hana fari eg ikki at avdúka her” sigur Rudolf loyndarfult.
Góða Norðoyastevnu.