Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

100.000 krónur til Føroyskt Rock Savn í Klaksvík

Norðlýsið

Fíggjarlógin bleiv samtykt við triðju viðgerð. Til triðju viðgerð komu m.a. 100.000 krónur til nýtt Føroyskt Rock Savn í Klaksvík.

Ein av broytingunum til triðju viðgerð, sum bleiv samtykt í løgtinginum fyri løtu síðan, var at játta 100.000 krónur til nýtt Føroyskt Rock Savn, sum skal liggja í Klaksvík. Um átakið í Klaksvík stendur soleiðis í viðmerkingunum í broytingaruppskotinum frá meirilutanum í fíggjarnevndini: Endamálið við játtanini er at stuðla arbeiðinum við at skipa rokksøguna í eitt savn, sum er forvitnisligt og nýskapandi. Uppgávurnar verða at savna, varðveita og lýsa føroysku rokksøguna.