Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

100ár síðani at Kallurin fór í havið

Oliver Joensen

Við norðurendan av Kunoynni stendur “Konan”, norðast á Kalsoynni stóð eisini “Kallurin”. Men í dag, fyri júst 100 árum síðani fór Kallurin í havið ódnardagin 28. februar í 1920.

Jóhannus Kallsgarð, bóndi á Kallsgarði á Trøllanesi hevur í longri tíð roynt at kanna, um nøkur mynd er til av Kallinum, men higartil hevur tað ikki eydnast.

Kallurin stóð á helluni við landið, tað vil siga, at hann var fastur við land og sigst at hava verið um 40 metrar høgur. Um nakar veit um mynd av Kallinum, so hevði tað verið kærkomið at fingið eitt avrit av.

 

Kristina

Ein álvarsom og syrgilig vanlukka hendi eisini fyri júst 100 árum síðani, tá fyrsta skipið, sum J.F.Kjølbro átti í fór við mann og mús, sum sagt verður.

Um Kristinu skrivar J. Símun Hansen soleiðis í Havið og vit I: Í desember mánað 1919 keypti Aksel Sivertsen, skipari, og J. F. Kjølbro sluppina Kristinu. Henni varð stutt ævi lagað, styttri enn nøkrum øðrum skipi 22. februar árið eftir fór hon av Klaksvík yvir á suðurlandið, men spurdist ongantíð aftur. 28.-29. februar kom hann við ringasta ódnarstormi og hildu menn, at Kristina fórst tá. Eitt annað føroyskt skip og eitt íslendskt við hvurvu í hesum døgunum og fleiri komu illa fyri.

Við Kristinu fóru 16 mans, elsti maður var 54 ár og tveir teir yngstu 15 ár.