Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

105 dystir síðani KÍ lat trý mál mál inn

Jákup Ósá

Vit skulu aftur til á sumri 2020 fyri at finna seinast, at KÍ lat trý mál inn ella fleiri í einum dysti í føroyskum kappingum.

Telja vit landskapping, løgmanssteypið og stórsteypið uppí, so hevur KÍ ongantíð fram til í gjár latið meir enn tvey mál inn nakran dyst síðani 6-2 tapið á B36 á sumri í 2020. Síðani tá hevur KÍ spælt 105 dystir í heimligum kappingum.

 

Dystir við færri enn trimum málum ímóti:

2023: 29

2022: 33

2021: 28

2020: 15

 

KÍ tapti 3-2 móti HB og í eina venjingardystinum tapti KÍ 4-1 móti Víkingi, so tað eru stórar avbjóðingar í verjupartinum. Men fortreytirnar hjá KÍ eru heldur ikki tær bestu í verjupartinum í løtuni, tí fimm teir fyrstu miðverjarnir vóru ikki tøkir móti HB. Málverjin er nýggjur og Jákup B. Andreasen var tikin av verjukenda miðvøllinum, har hann mangan er ein, sum hjálpir væl at verja miðverjuna, og settur í miðverjuna og tað sama var arbeiðssami René S. Joensen.