Metingar um 10.umfar: Talan um eitt umfar, sum kanska er tað truplasta at meta um higartil í ár, tí allir dystirnir síggja rímuliga opnir út.
Skála-EB/Streymur
Skála stóð royndina seinast móti HB og har sá ein eitt lið, sum hekk væl saman, hevði góðan hugburð og skapti neyðugu møguleikarnar. Men hinvegin manglaði úrtøkan. EB/Streymur hevur okkurt árið fingið ringa byrjan fyrsta triðingin, men hetta er næst vánaligasti fyrsti triðingur hjá teimum, síðani teir í 2006 fingu 2. pláss á fyrsta sinni. Í fjør hevði liðið eitt stig minni um somu tíð. Við so góðum og royndum fólki, so mátti borið til at fingið meira burturúr, men tað sær ikki út sum at teir fáa tað at koyra. Kanska eru leikararnir eisini mettir og ómotiveraðir? Avrikið í hálvfinaluni í steypakappingini mikukvøldið var lítið sannførandi. EB/Streymur, sum vann fyrra dystin millum liðini 3-0, hevur fingið 1 stig á útivølli í ár, meðan Skála hevur 2 stig á heimavølli. Tað liggur millum javnleikin og EB/Streyma sigurin, men helli til EB/Streym vegna sjónliga munin á manningarsíðuni. Tipping: 2
AB-NSÍ
AB vann sannførandi 4-1 sigur í Fuglafirði og nú sær knappliga betri út á Argjum, har Sorin Anghel er farin at skora mál, har Dmitrije Jankovic er komin at stýra verjupartinum og har Jóan Símun Edmundsson aftur sæst á vøllinum. Dysturin móti B36 seinasta sunnudag so nógv tann besti frá NSÍ’sa síðu. Har spældu teir gulu og svørtu væl í seinna hálvleiki og vóru serliga dugnaligir at skapa nógvar stórar møguleikar móti einum sterkum liði. Liðið hevur eyðsýndar veikleikar í verjupartinum, men álopsparturin skapar nógv flestu dystirnar. Hyggja vit eftir úrslitunum, so er AB eitt vánaligt heimalið, meðan NSÍ er eitt vánaligt útilið. Tí kundi javnleikurin verið best hugsandi, men heimavallarfyrimunurin vigar so mikið, at tað verður tippað eitt 1 tal. Tipping: 1
B68-ÍF
B68 hevur stórt sjálvsálit í løtuni eftir 9 mál og sigrar móti ÍF og KÍ. Sjálvt um mótstøðan frá KÍ var sera lítil, so skal einki takast frá B68, sum spældi rættuliga væl í pørtum av dystinum og eisini fingu nøkur fín mál, og annars dugdu at revsa mistøk. Leikarar sum Óli Olsen, Andrias á Líknargøtu og serliga 18 ára gamli Hákun Edmundsson stóðu sera sterkir í myndini. Men hinvegin er B68 verjan ikki sannførandi, tí hóast bæði ÍF og KÍ hava ringar dagar, so skora bæði 3 mál og hava møguleikar til nógv fleiri. Hjá ÍF er lítil kreppa í løtuni, tí liðið hevur ikki vunnið í 5 dystum. Verjuparturin hongur illa saman uttan skadda Høgna Zachariassen og í álopinum hevur Clayton Soares mist flogið. Hetta verður helst aftur ein púra opin dystur dystur við nógvum málum. Tað kann hugsast, at ÍF klárar at halda B68 niðri á tveimum-trimum málum, men tað verður kanska nokk til at vinna. Fuglfirðingar eru særdir og hava nakað at hevna, men B68 skal nú takast heilt seriøst. Tipping: 2
Víkingur-B36
Víkingur hevur ikki tapt síðani dystin í Klaksvík í 2. umfari, meðan B36 als ikki hevur tapt í ár í landskappingini. Nú stórspælandi Súni Olsen er á miðvøllinum, so er Víkinga liðið munandi betri samansett og avrikið mikukvøldið móti B36 var sannførandi. Víkingur hevur tí ikki havt eins nógva hvíld sum B36. B36 hevur í hesum báðum seinastu dystunum verið undir stórum trýsti allan seinna hálvleik móti bæði KÍ og NSÍ, men onkursvegna hava teir vunnið báðar dystirnar, so marginalarnir eru avgjørt við oddaliðnum í løtuni. Í fyrra dystinum millum liðini hevði Víkingur sera gott tak á dystinum, men tann dysturin endaði við javnleiki. Summar dygdir tala fyri Víkingi, summar fyri B36 og tí er nærum ógjørligt at útpeika ein vinnara. Tipping: X
KÍ-HB
Størsti dysturin í føroyskum fótbólti stendur á skránni í Klaksvík. Tað eru tvey lið við ymiskari gongd, sum spæla. KÍ hevur 1 stig í trimum teimum seinastu landskappingardystunum, meðan HB hevur 9 stig sama tíðarskeið. KÍ avrikið á Svangaskarði vísti eitt botnstøðið, sum var heilt ófatuliga lágt. Verður bara líknandi avrik nú, so vinnur HB stórt. HB spældi sum skilst væl móti B68, men móti Skála var tað aftur hesin effektivi úrslita fótbólturin, har teir vinna uttan í grundini at vera nakað nevnivert betri enn mótstøðuliðið leikliga. Væntast kann,, at KÍ liðið ætlar at vaska talvuna reina og geva sínum mongu og trúgvu áskoðarum eina uppreisn. Vit sóu bæði í finaluni í Klaksvíkskappingini móti HB og í seinasta heimadystinum móti B36, at KÍ kann trýsta sjálvt tey bestu í botn. Vit kunnu vænta ein tættan dyst, har tað vanliga koma nógv mál. HB hevur meira sjálvsálit og yvirskot í løtuni, so eg ivist tó ikki í at tippa ein HB sigur. Samstundis er KÍ liðið eisini rættuliga skert, har møguliga fýra leikarar – Jonas, Tórur, Atli og Hjalgrím – í uppstillingini ikki fáa spælt. HB er tí favorittur og hevur ikki tapt í Klaksvík í 9 ár. Tipping: 2




