Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

11. umfar: Toppliðini í truplum útidystum

Jákup Ósá

KÍ, Víkingur og NSÍ skulu spæla á útivølli ímóti liðum, sum tey í 1. umfarinum ikki megnaðu at vinna ímóti á heimavølli.

Komandi vikuskiftið er seinasta umfar áðrenn ein lítlan landsliðssteðg. Umfarið byrjar á Tórsvølli fríggjakvøldið, har Skála og KÍ spæla. Hinir dystirnir vera leygardagin. Í løtuni eru tað serliga trý lið, KÍ, Víkingur og NSÍ, sum kappast um FM. Felags fyri tey er, at tey hetta umfarið skulu spæla á útivølli móti liðum, sum tey ikki megnaðu at vinna ímóti á heimavølli í 1. umfari. Niðanfyri verður mett um 11. umfar í Effodeildini.

ÍF-TB/FC Suðuroy/Royn

ÍF er uttan Ara Ó. Ellingsgaard, sum hevur verið leikarin við flest málum/uppleggum. ÍF er í løtuni botnlið í Effodeildini. ÍF er vánaligasta útiliðið í deildini, so tað sær út til, at stigini skulu koma á heimavølli. Seinastu fimm dystirnar hevur ÍF spælt móti topp 5 liðunum og teir fimm dystirnir góvu 1 stig. Nú koma liðini í niðaru hálvu og nú skulu stig til. Fær ÍF ikki minst 6 stig hesar tríggjar komandi dystirnar móti TB/FC Suðuroy/Royn, 07 Vestur og EB/Streymi, so fer liðið mest sannlíkt í summarfrí undir niðurflytingarstrikuni. TB/FC Suðuroy hevur eisini havt trupla skrá, men seinast væntaðu vit, at suðuroyingar fóru at fáa betri úrtøku á heimavølli móti uppflytarunum EB/Streymi. Bæði liðini eru illað fyri í løtuni og spæla uttan sjálvsálit. Tí er trupult at meta um, hvønn veg hetta fer. Eftirsum ÍF er á heimavølli, er meira trýst til at vinna og hevur staðið seg hampiliga væl í Fuglafirði, so koppar tað til heimaliðið. Tipping: 1 (2-1)

ÍF á heimavølli: V: 1, J: 2:, T: 1 (Vunnið: 1, javnleik: 2, tapt: 1)

TB/FC Suðuroy/Royn á útivølli: V: 1, J: 0, T: 3

EB/Streymur-NSÍ

EB/Streymur hevur fingið eina meir enn góðkenda byrjan í Effodeildini sum uppflytari. Pílurin peikar uppeftir, tí liðið hevur bara tapt ein dyst av seinastu fýra dystunum. EB/Streymur er í løtuni nærri við einum Europa League plássi enn niðurflytingarplássi, men munurin er lítil báðar vegir. NSÍ var ikki so sannførandi í seinna hálvleiki móti einum skerdum B36 liði á heimavølli, men burtursæð frá tí, so hevur NSÍ verið sera sannførandi í longri tíð við fáum undantøkum. Seinast NSÍ vitjaði við Margáir vann gula liðið 8-0. So stórur verður sigurin ikki, men NSÍ plagar at takla dystir sum hesar skilagott og kemur sjáldan í eins stórar trupulleikar sum hini oddaliðini. Tipping: 2 (0-3)

EB/Streymur á heimavølli: V: 2, J: 1, T: 2

NSÍ á útivølli: V: 1, J: 2, T: 0

07 Vestur-HB

07 Vestur hevur ongan dyst vunnið á heimavølli og HB hevur ongan dyst vunnið á útivølli. Lættast kundi kanska verið at sett ein 0-0 javnleik á her, tí 07 Vestur hevur bara skorað eitt mál á heimavølli og HB einki mál á útivølli. Tað er trýst á báðum liðum, men helst væl størri á HB, sum er úti av steypakappingini og fyribils eisini av meistarastríðnum. Avrikini hjá 07 Vestur eru óstøðug, men vágamenn kunnu arga á einum góðum degi. Í Klaksvík var 07 Vestur við til tað seinasta, hóast tað endaði við tapi. Nú er nýtt graslíkið lagt á í Sørvági og spurningurin er so, hvønn tað verður ein fyrimunur fyri. Útfrá stigatalvuni og manningarsíðuni er HB favorittur, men tippingin skal ikki altíð vera so beint fram, so her kemur eitt sats, har 07 Vestur vinnur fyrsta dystin á nýggja graslíkinum í Sørvági, sum samstundis verður fyrsti heimasigurin í bestu deildini síðani 15. september í 2013. Tipping: 1 (1-0)

07 Vestur á heimavølli: V: 0, J: 1, T: 2

HB á útivølli: V: 0, J: 2, T: 3

B36-Víkingur

Hetta verður mest sannlíkt mest undirhaldandi dysturin hetta umfarið. B36 er framvegis nógv skert, meðan Víkingur spælir við nærmast fullari manning. Víkingur hevði gott tak á B36 í fjør við fullum stigatali í innahýsis dystum, men í ár hevur B36 vunnið steypadystin og fingið javnleik í Sarpugerði. Víkingur tykist vera betri fyri nú og hevur bara landskappingina at hugsa um, meðan B36 altíð hevur steypafinaluna at detta aftur á. B36 gevur spælitíð til fleiri ungar og óroyndar leikarar fyri tíðina, sum ikki tapa dystir, meðan vit síggja eitt Víkinga lið við nærum bara leikarum við drúgvum royndum. B36 hevur ongan heimadyst tapt, meðan Víkingur ongan landskappingardyst hevur tapt. Tí er freistandi at siga javnleik her. Men tað er ov keðiligt, so tippingin sigur, at hesaferð koppar tað til Víking, sum seinastu tíðina hevur avrikað væl, skorað nógv mál og kanska fer at merkja ágóðan av at hava spælt færri dystir enn B36 seinastu tíðina. Tipping: 2 (1-2)

B36 á heimavølli: V: 2, J: 2, T: 0

Víkingur á útivølli: V: 2, J: 2, T: 0

Skála-KÍ

Dysturin á Tórsvølli fer neyvan at bjóða uppá mong mál. KÍ hevur seinastu tíðina sum oftast vunnið 1-0, meðan Skála bara hevur skorað 7 mál í ár. Dysturin í Klaksvík millum hesi bæði liðini í 1. umfari endaði 0-0. Skál hevur eisini fingið stig í Runavík, so skálamenn eru førir fyri at fáa stig her. Ikki minst tí eitt stórtap móti Víkingi skal vaskast burtur. Tað var fyrstu ferð í ár, at Skála hevur tapt stórt. KÍ dúvar í løtuni uppá ein verjupart, sum seinastu tíðina hevur latið fá mál inn við undantaki av hálvfinaluni móti NSÍ. Vit kunnu vænta okkum ein dyst, har Skála eins og í fyrsta dystinum fer at lata KÍ hava bóltin og stýra spælinum. So er tað upp til KÍ at duga at skapa møguleikar burturúr tí. Hóast liðini hava skorað næstan hvønn dyst seinastu tíðina, so er kanska mest upplagt at vit fáa ein málleysan javnleik ella ein smalan 1-0 sigur til annað liðið, har tað í løtuni tykist koppa til KÍ. Kanska ein deyðbóltsstøða verður avgerandi. Tipping: 2 (0-1)

Skála á heimavølli: V: 1, J: 3, T: 0

KÍ á útivølli: V: 2, J: 2, T: 0

Harleyfacadeacryl