Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

11. umfar: Tvær topp 5 uppgerðir

Jákup Ósá

Metingar: Stóri dysturin er í Runavík, har tey bæði bestu liðini higartil í kappingini bresta saman.

Hósdagin, Kristi himmalferðardag, er 11. umfar á skránni í Effodeildini. Eyguni eru fyrst og fremst vend móti Runavíkini, har toppdystur er millum tey bæði ovastu liðini. Í Gundadali verður ein onnur uppgerð í topp 5, har HB(nummar 3) tekur ímóti KÍ (nummar 5).

Víkingur-AB

Hagtølini eru ikki við Víkingi til hendan dystin. Nýggi ungi málverjin Elias Rasmussen, sum tykist vera millum mest spennandi málverjar í føroyskum fótbólti, hevur – løgið nokk – ongan dyst vunnið av sínum fyrstu 6 dystum í Effodeildini og Víkingur vinnur næstan ongantíð, tá Atli Gregersen ikki er við. Harafturat hevur AB gott tak á Víkingi og í fjør fingu argjamenn 4 av 6 møguligum stigum í Sarpugerði. Men hesaferð er møguleikin hjá Víkingi góður fyri at broyta hesi hagtølini, tí tað er neyvan ov nógv sagt, at tað er kreppa í AB, nú liðið ongan dyst hevur vunnið av fyrstu 10 dystunum. Bæði liðini eru helst sera uppsett, tí tey taptu bæði kanska heldur óvæntað seinasta umfar. Víkingur var eitt stórt vónbrot í Klaksvík og tað tóktist mangla bæði spæligleði og vilji og harafturat tóktust leikararnir trívast illa við 3-5-2 leikskipanini. Í Sarpugerði er Víkingur í ár altíð favorittur móti niðaru liðunum, men er AB ikki ov nógv merkt av stigatalvuni, so fer liðið at geva harða mótstøðu, sum liðið næstan altíð gevur móti sterku liðunum. Tepur heimasigur. Tipping: 1 (2-1)

EB/Streymur-ÍF

Nú sleppur EB/Streymur og Eliesar Olsen frá at hugsa meir um at vinna fyrsta dystin. Tað hevur liðið gjørt og kanska fer tað at taka eitt sindur av trýsti av liðnum? Koma vit nú at síggja eitt lið, sum eins og fyrr í kappingini spælir meira frítt og søkir at fyri at fáa sigrarnar, serliga á heimavølli? ÍF skal vaska stórtapið móti NSÍ á heimavølli av sær, har seinni hálvleikurin var nakað av tí vánaligasta, sum nakað lið hevur víst í ár. Liðið hjá fuglfirðingum var eisini rakt av skaðum og sjúkum tá, og verður tí helst betri fyri nú. ÍF hevur ongan dyst vunnið á útivølli og EB/Streymur hevur ongan dyst vunnið á heimavølli. EB/Streymur hevur heimavøll, men ÍF hevur betri lið á pappírinum. Tí er javnleikurin besta boðið. Tipping: X (1-1)

TB-FC Suðuroy

Grannauppgerðin hevur stóran týdning. TB kann við sigri, um hini úrslitini passa til, koma uppá 4. pláss, meðan FC Suðuroy við sigri kann koma ájavnt við TB í stigum. TB hungrar eftir at vinna sín fyrsta dyst á heimavølli, tí enn hevur tað ikki eydnast, hóast tað hevur verið nær við ofta. FC Suðuroy vísti í Fuglafirði, at liðið eisini kann fáa úrslit á útivølli. TB er á heimavølli og tykist vera eitt lið, sum í longdini fer at koma longri enn grannarnir, sum úrslitini seinastu árini eisini hava víst. Tí er upplagt, at seta ein heimasigur, men tað verður helst sera tætt. Liðini fáa eisini nógv reyð kort í ár og dómarin, Alex Troleis, fær helst nokk at síggja til á tí økinum. Tipping: 1 (2-1)

NSÍ-B36

Hetta kann næstan sigast at vera fyrsta veruliga oddabrakið hetta kappingarárið. Hetta eru klárt tey bestu liðini fyrstu 10 umførini. Bæði koma til dystin við høgum sjálvsáliti. Hetta er eisini besta heimaliðið móti besta útiliðnum, so tað er ikki nógv sum skilir hesi liðini. Tó hevur B36 gott innanhýsis tak á NSÍ. Í fjør fekk B36 fulla úrtøku, og tað fekk liðið eisini í fyrsta dystinum í ár, tá føroyameistararnir góvu oddaliðnum bank í Gundadali. NSÍ liðið er kanska sterkari nú, tí í Fuglafirði prógvaði liðið, at tað hevur bæði breidd og ein verjupart, sum kann halda einum góðum mótstøðuliði frá stórvegis av mál møguleikum. NSÍ hevur Klæmint og B36 hevur Lukasz og Hans Paula, sum allir eru glóðheitir í løtuni. B36 hevur fleiri royndir at spæla slíkar dystir, betri innanhýsis tak og kanska fleiri streingir at spæla uppá. Tippingin sigur B36, men tað kann líka so væl enda við 7. heimasigrinum á rað hjá NSÍ. Tipping: 2 (0-1)

HB-KÍ

Gamli klassikarin er hesaferð ein dystur um at fáa takið á seinastu Europa League plássunum, sum hesi bæði liðini í løtuni stríðast um. Í HB eru tey neyvan nøgd við kappingarárið higartil, tí langt er upp til fremsta plássið, sum liðið ætlaði sær undan kappingini. Á heimavølli hevur HB eisini ”bara” vunnið tveir av fimm dystum. Men HB avrikini seinastu tveir dystirnar benda á, at liðið er við at fóta sær. KÍ hevur havt tað sera trupult í Gundadali móti HB, har dystirnir seinnu árini í spennandi og undirhaldsvirði hava staðið nógv aftanfyri uppgerðirnar í Klaksvík, og tað eru 4 ár síðani, at KÍ skoraði nakað mál á útivølli móti HB. Í teimum flestu dystunum hevur liðið havt alt ov stóra virðing fyri arvafíggindanum, sum í flestu førum hevur fingið lætt spæl og serliga álopsparturin hjá KÍ hevur manglað trúgv uppá, at tað ber til at skora móti HB. KÍ breyt tvær ”negativar” hagtalsrøðir seinast móti Víkingi, tá tað var fyrsti dystur í ár, sum liðið vann móti einum topp 4 liði og samstundis fyrsti dysturin í 2 ár, har liðið vann ein dyst, har mótstøðuliðið kom á odda. Hesaferð skal KÍ aftur til at mótprógva vánaligu hagtølunum, men KÍ hópurin er skerdur og møguleikarnir at seta liðið og at skifta út eru sera avmarkaðir. Tí liggur tað nógv meira til ein sigur til HB, sum eisini vann fyrra dystin millum liðini í ár og sum altíð tykist vera væl fyri til hesar dystirnar. Tipping: 1 (2-0)