Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

112 bólkurin á vitjan á Eiði

Danial Viðoy

Tíðindaskriv frá Eiðis Kommunu: 112 bólkurin, sum er samansettir av umboðum fyri løgreglu, heilsuverk, sløkkilið, Brunaeftirlitið og kommunurnar, hevði fund á Eiði mikudagin. Við á fundinum vóru eisini umboð fyri Sløkkiliðið í Sundalagnum, Eiðis sløkkilið, Eiðis bjargingarfelag og Kollafjarðar bjargingarfelag.

Endamálið við 112-bólkinum er, at eftirmeta disponeringar hjá alarmsentralinum, og herundir samstarvið og samskiftið ímillum átakseindirnar.

112 bólkurin hevur fýra regluligar eftirmetingarfundir um árið. Flestu fundirnir hava verið í Havn. Ásannandi at tað er týdningarmikið at hava eitt gott samstarv og samskiftið ímillum allar partar, ið vara av tilbúgvingini í Føroyum, verður nú farið runt í landinum, har lokal sløkkilið og bjargingarfeløg eru boðin við.
Ein sera væleydnaður fundur, sum var hildin í hugnaligum umhvørvi í Látrinum, sum Eiðis Fornminnissavn eigur.