Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

112 dagur á Oyrarbakka

Tíðindaskriv

Tað var ein heldur øðrvísi hósmorgun tá stórt tal av 6 ára gomlum møttu á Oyrarbakka til 112-dag.

Tað er SSP-samstarvið sum skipar fyri degnum har børnini sleppa at síggja og royna seg innan tyrluflutning, sjúkrabil, sløkkilið og løgreglu. 

Dagurin byrjaði við at borgarstjórin helt røðu síðani kom tyrlan og børnini sluppu at síggja øll hesi spennandi akførini og ikki minst hundarnar. Eisini var sangframførsla og hugni á skránni.

Sum myndirnar vísa, so var hæddarpunktið tá tyrlan hjá Atlantic setti seg við Eydnuna á Oyrarbakka.