Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

112-dagur í Klaksvík

Dávur Winher

SSP-skipanin, Ráðið fyri Ferðslutrygd, Klaksvíkar Sjúkraflutningstænasta saman við Trivnaðardeildini hjá Klaskvíkar kommunu høvdu í dag boðið øllum 1. 2. og 3. flokkunum í Norðoyggjum og í Eysturkommunu til ein 1-1-2-dag við fótbóltsvøllin í Kaksvík í dag.

Eisini møttu brogarstjórarnir báðir, Jóhan Christiansen og Jógvan Skorheim, sum helt røðu fyri børnum.

Endamálið var at kunna um arbeiðið hjá Politinum, Sløkkiliðnum, Sjúrkaflutningstænastuni og øðrum hjálparstovnum og annars at fáa ein stuttligan og læruríkan dag um ferðslu, eldsbruna, bjarging og um at ringja 1-1-2.

360 næmingar og lærarar teirra møttu í fagrast veðri og sluppu tey at síggja og royna partar av hesum skipanum og m.a. síggja politiið leita við hundi eftir einum luti, práta við ambulancamenninar og sløkkiliðsfólk eisini.

Ein góður, spennandi og læruríkur dagur, sum eftir ætlan skal vera afturvendandi.