Ein avleiðing av, at landsstýrið ætlar at lækka blokkstuðulin við 117 mió. krónum, verða skatta- og avgjaldshækkingar.
Løgmaður hevur boðað frá, at CHE-samgongan heldur fram við Sjálvstýrisflokkinum sum stuðulsflokki. Samstundis er greitt, at eitt av málunum á skránni fyri fyrsta landsstýrisfundin hjá minnilutalandsstýrinum er blokkniðurskurður á 117 mió. krónur.
Inntøkur landskassans eru í høvuðsheitum avmarkaðar til skatt, avgjøld og blokkstuðul. Skal ein av hesum inntøkunum minka, so mugu hinar vaksa. Men hvat fær landsstýrið at trúgva, at skattur og avgjøld fara at vaksa av sær sjálvum í 2009? Vinnan er í svárum trupulleikum og hetta sæst aftur í skattainntøkunum, og nógv bendir á, at tann stóri búskaparvøksturin, sum hevur lívgað landskassan við avgjøldum tey seinastu árini, er hasaður av á hesum sinni.
At samtykkja skatta- og avgjaldshækkingar er at leggja stein omaná byrðu hjá húsarhaldunum, nú húsarhaldsvørður og olja eru sera nógv dýrka. Men onkrastaðni skal landskassin hava sínar inntøkurnar frá, og vil landsstýrið ikki hava blokkstuðul, so verða tað Føroya fólk, sum mugu gjalda.
Landskassin hevur longu undirskot í verandi ári, og alt bendir á, at undirskotið verður størri í 2009. Skulu so hesar 117 milliónirnar trekkjast frá á inntøkusíðuni, verður støðan ikki góð.
Undan valinum tosaðu øll um tey bleytu virðini, men fer landsstýrið at lækka blokkstuðulin og ístaðin at hækka skatt og avgjøld, so verður lítið eftir hjá teimum veikastu í samfelagnum.
Eg vil tí heita á løgmann um at steðga landsstýrismanninum í fíggjarmálum við ætlanunum um at minka blokkin.
Sambandsflokkurin
Kaj Leo Johannesen
floksformaður




