Áhugafelaðið 12. Maður varð stovnað 29. mei 1997, og hevur tí 10 ára føðingardag í ár. Hettar vil felagið markerað, og skipar tí fyri rimmar upphiting til dystin móti heimsmeistarunum úr Italia.
12. Maður skipar fyri rimmar upphiting leygardagin 2 juni. Eitt stórt tjald kemur at standa uttanfyri Tórsvøll, sum skal hýsa tiltøkunum, sum skipað verður fyri.
Í tjaldinum verður søla av vanligu vørunum hjá 12. manni, so sum turrukløð, fløgg, húgvur, floytur, og T-shirtum. Ókeypis anlitsmáling er eisini at fáa í tjaldinum.
Eisini verður tónleikur at hoyra, har m.a. Terji Rasmussen og Sámal & Ronnie fara at spæla. Borð og stólar verða tøk at hugna sær við.
Okkurt etandi og drekkandi verður eisini at fáa í tjaldinum. Stórskíggi við fótbólti, og Útvarp verður at hoyra allan dagin, eitt nú kappróður frá Norðyastevnuni.
Fleiri trummuspælarar at trompet-spælarar verða eisini við í tiltakinum.
Upphitingin byrjar kl. 14. og varir líka til dysturin byrjar kl. 19.45 !
Øll eru vælkomin, og tiltakið er ókeypis fyri allar fótbóltsáhugaðar føroyingar.




