Í dag klokkan 10 byrjar Ungdómstingið í Tinghúsinum. Tá fara 33 næmingar úr Vágs skúla, Eysturskúlanum, Hoyvíkar Skúla, Skúlanum á Fløtum og Nám X at manna tingsessirnar.
12 uppskot verða viðgjørd á Ungdómstinginum. Hetta eru uppskot, sum skúlaflokkarnir ið eru umboðaðir á Ungdómstinginum, sjálvir hava lagt fram.
Uppskotini eru hesi:
Nám X í Eysturskúlanum skjýtur upp, at skeið í fyrstuhjálp verður kravt undirvísingarevni í fólkaskúlanum.
Nám X í Eysturskúlanum skjýtur upp, at valrættaraldurin til løgtingsval verður lækkaður niður i 16 ár.
9. a í Eysturskúlanum skjýtur upp, at Rúsdrekkasøla Landsins verður niðurløgd, og matvøruhandlarnir fáa rættin til at innflyta og selja rúsdrekka.
9. flokkur í Vágs skúla skjýtur upp at heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot um at fara undir arbeiðið at gera ein undirsjóvartunnil til Suðuroynna.
9. ð í Skúlanum á Fløtum skjýtur upp, at broyta lógina um fólkaskúlan, soleiðis at ístaðin fyri at hava kristnikunnleika øll árini, skal undirvíst verða í átrúnaði og heimsspeki frá 4. til 9. flokk, og undirvísast skal í norðurlendskum ístaðinfyri donskum. Harumframt skjóta tey upp, at fakið søga/samtíð verður býtt sundur í søgu og samfelagsfrøði frá 7. til 9. flokk.
9. ð skjýtur upp, at heita á landsstýrið um at áseta ein almennan umhvørvis- og veðurlagsdag (global warming) í Føroyum, herundir í øllum fólkaskúlum.
9. a í Hoyvíkar skúla skjýtur upp at samfelagsfrøði skal vera ein sjálvstøðug lærugrein í fólkaskúlanum.
9. a í Hoyvíkar skúla skjýtur upp at heita á landsstýrið um at endurskoða og broyta føroysku fosturtøkulógina soleiðis, at frí fosturtøka verður loyvd í Føroyum.
9. a í Hoyvíkar skúla skjýtur upp at heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot um at seta á stovn psykiatriska deild til børn og ung í Føroyum.
9. b í Hoyvíkar skúla skjýtur upp at heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot soleiðis, at handlar kunnu geva útgingnan mat, ið er etandi, til eitt gott endamál, soleiðis at tað slepst undan matspillu.
9. b í Hoyvíkar skúla skjýtur upp at heita á landsstýrið um at dagføra djóraverndarlógina.
9. b í Hoyvíkar skúla skjýtur upp at geva landsstýrinum heimild at byggja eina høll til frælsan ítrótt. Høllin skal í mesta lagið kostað 61,5 mió. krónur og hon skal standa liðug í 2020.




