Fyri lítlari løtu síðan boðar nevndin í P/F Landingarmiðstøð Føroya at felagið sum hevur havt eini 120 fólk í starvi í Klaksvík og á Toftum, nú er latið skiftirættinum til trotabúgvaviðger. Samstundis er alt virksemi hildi uppat.

Tíðindaskriv frá P/F Landingarmiðstøð Føroya sum eigur ogrekur Landingarmiðstøðinar í Klaksvík og á Toftum.
Ógvusligu broytingarnar innan fiskivinnu okkara havagjørt at rakstur felagsins hevur koyrt sera tungt. Arbeitt hevur verið viðymiskum loysnum, bæði við at broyta bygnaðin og at rationaliseraraksturin. Eisini eru royndir gjørdar við at fáa Klaksvík og Toftir at koyrahvørt sær við at fáa nýggjar íleggjarar inn, men bar hetta ikki á mál. Tíhevur nevndin í dag biðið Skiftrættin um at takað felagið upp tiltrotabúgvarviðgerð. Tað vil siga at alt okkara virksemi er hildið uppat.
120 fólk arbeiðsleys
Tað kom dátt við at hurðarnar í dag eru stongdar á landingarmiðstøðini og bátar og skip sum vóru á veg inn at landa hava tí verið noydd til at finna aðra loysn. 70 ársverk vóru á Landingarmiðstøð Føroya.
Tá vit vóru ein túr á Landingarmiðstøðini seinrapartin var næstan manntómt, bert stjórin, Christian Fríðrik Olsen og nøkur fá starvsfólk.