Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

1200 børn og ung á legu í Zarepta

Norðlýsið ÍTROTTUR

Eitt stórt tal av børnum og hjálparfólkum er á hvørjum ári á legu í Zarepta í Vatnsoyrum. Í ár eru eru 40 ár liðin, síðan barnalegurnar fyri fyrstu ferð vóru í Zarepta. Frammanundan vóru legur við Áir í 2 ár.

Ein samanteljing av barnalegunum í ár vísir, at 1200 børn og ung hava verið á legu.

Harafturat hava umleið 800 fólk hjálpt til á legunum, so samlaða talið av fólki hevur í ár verið umleið 2000.

Harumframt eru aðrar legur so sum lega fyri 18 ár og eldri, familjulegur, hjúnalegur, legur fyri brekað og bíbliuskeið.

Eisini verður Zarepta brúkt um veturin av samkomum til serstakar vikuskiftislegur.

Í løtuni er 9-ára legan, har samlaða talið av fólki (leguluttakarar og hjálparfólk) er 310.

Um fólk hava áhuga at kunna seg meira um Zarepta, kunnu tey vitja á heimasíðuni hjá Zarepta, www.zarepta.fo, har til ber m.a. at síggja myndir frá legunum.

Harleywoodpaint