Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

1200 tons í lastini og illveður

Oliver Joensen

Frá Atlantic Navigator frætta vit, at tey nú hava fingið góð 900 tons av surimi, og 300 tons av mjøli í lastina.

Tað hevur viðrað stak illa seinastu dagarnar, siga tey umborð á Atlantic Navigator, tá vit ringdu umborð, vísti vindmátarin 25m/sek. og tó høvdu tey júst hálað.
Tað vísir seg at vera væl til av svartkjafti, men veðrið tarnar okkum nógv, og var tað ikki fyri illveðrið, ið hevur verið hesar dagarnar, so høvdu vit kanska siglt heim longu.
Men nú sær betur út, vit rokna við betri veðri komandi dagarnar, so tað er eitt sindur hugaligari.
Atlantic Navigator er so vestarlaga sum ongantíð áður, einar 170 fjórðingar vestur úr Rock All, og hvat tað týður uppá at svartkjafturin er so vestalaga er ilt at siga nakað um, men vónandi fer svartkjafturin eisini at fáast í føroyskum sjógvi um stutta tíð.
Tey lata øll heilsa heima, og siga at hóast bakkdagar, so hava tey tað øll sera gott umborð.
Christian í Grótinum, sum eisini er har á leiðini, fær helst uppí í kvøld, og síðani fer hann møguliga á Fuglafjørð at avreiða.
Annars verður sagt frá sera nógvum skipum har á leið.