Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

122 laksar farnir ígjøgnum laksateljaran

Oliver Joensen

Í morgun, 2. september, svam laksur nr. 122 niðan í Leynarvatn. Stórar broytingar henda í ferðingarmynsrinum hjá laksinum, men føroyska granskingarumhvørvið sýnir ikki hesum áhuga.

Í morgun, 2. september, svam laksur nr. 122 niðan í Leynarvatn. Stórar broytingar henda í ferðingarmynsrinum hjá laksinum, men føroyska granskingarumhvørvið sýnir ikki hesum áhuga.

So stórar broytingar eru farnir fram í villaksastovninum, at menn standa spyrjandi um hvat tað er sum hendir. Gitingarnar eru nógvar.

Tá tosað verður um villlaksin í føroysku áunum, so er laksastovnurin hjá okkum ikki ”villari” enn tað, at hann er gitin í egginum á klekingarstøðini í Havnardali, aldur upp til smolt har og síðani sleptur í áir og løkir við Leynarvatn og Saksunarvatn.

Tekniski skúlin í Tórshavn hevur mennt ein sera framkomnan laksateljara, sum er settur í laksattrappurnar í Leynum. Her ber til at fylgja neyvt við hvørjum laksi, ið fer niðan í Leynará.

Teljingin verður skrásett bæði við einum teljieind og við myndatólum. Ikki nóg mikið við at teljarin telur við fotosellu ella líknandi, nei tvey myndatól eru eisini í teljieindini, soleiðis at mynd verður tikin av hvørjum einstøkum laksi, ið kemur ígjøgnum teljaran.

Ferðamynstrið broytt

Laksateljarin hevur skrásett, at laksurin sum vitjar aftur í føroysku áirnar hevur broytt ferðamynstrið.

Fyrr var vanligt, at laksurin kom aftur til føroysku áirnar í juni og juni, og at háárstíðin at fiska laksin var um ólavsøkutíð. Ídag. 2. September eru bert 122 laksar komnir aftur og bert nakrir heilt fáir eru fiskaðir.

Seinastu árini hevur gongdin verið hon, at laksurin er komin seinni og seinni aftur, og eisini eru laksarnir nógv færri, ið leita aftur. Til sammetingar kann nevnast, at fyri árum síðani var ikki óvanligt, at menn fiskaðu tilsamans eini 5-700 laksar á Leynavatni og onkuntíð fleiri. Ídag hevur teljarin talt 122 laksar at vera komnar niðan, ímeðan teir ið eru fiskaðir helst kunnu teljast á aðrari hondini.

Orsøkirnar

Nógvar gitingar hava verið um hvør orsøkin er til skeivu gongdina seinnu árini. Tað, sum menn eisini hava undrast á, er, at lívfiskurin, sum á sinni fekst úr Íslandi var tað tey kalla lítil laksur, laksur, sum vigaði ein 5-6 kilo. Seinnu árini hevur størri laksur verið at fingið í Leynavatni, laksur heilt upp til áleið 10 kilo. Tí hava menn gitt, at bland er komið í stovnin við annan laks av størri slag.

Tosað hevur eisini verið um hvørja ávirkan intensiva makrel og sildaveiðan í føroyskum sjógvi hevur á laksastovnin. Villlaksur hevur altíð verið í føroyskum sjóvøki, tað er staðfest. Tað ljóðar at nótabátarnir fáa eitt sløð sum hjáveiðu, men tað vit hava spurt okkum til, so er tað ímillum lítið og einki.

Tað at laksurin kemur seinni á hvørjum ári, í føroysku áirnar, hevur helst onki við makrelfiskiskapin at gera. Men hinvegin hava gitingar verið frammi um, at stóra tilgongdin av makreli í føroyskum sjógvi hevur broytt liviumstøðurnar hjá øðrum fiski her um okkara leiðir, kann tí hugsast, at hetta eisini ávirkar laksin?

Gransking

Spurningarnir eru nógvir. Nú mann hava sett eitt slíkt unikt tól upp í Leynará, skuldi ein trú at áhugi var í føroyska granskingarumhvørvinum at gjørt eitt ávíst granskingararbeiði í samband við teljaran.

Tað átti at bori væl til at merkt tað vit seta út, soleiðis at teljarin kundi skrásett tað, ið kom aftur. Her hevði eitt nú ikki verið neyðugt at bíða til onkur hevði fiska ein laks við merki. Nei, teljarin avmyndar hvønn einstakan fisk, og tí hevði verið sera lætt at sæð nærum hvønn tann einasta fisk sum kom aftur.

Bar til at merkja allan smolt, ið verður sett út við Leynará, so hevði eisini borið til at sæð hvussu nógv av øðrum laksi kemur niðan í føroysku áirnar.

Norðlýsið skilir, at Tekniski Skúlin hevur roynt at fingið laksateljaran inn í eitt føroyskt granskingarprojekt, men higartil hevur granskingarumhvørvið als ikki sýnt hesum áhuga, og tað er spell, tí hetta hevði ivaleyst kunna givið okkum vitan um føroyska havumhvørvið, sum vit kundu brúkt í øðrum samanhangi eisini, kanska serstakliga nú aling av laksi á sjónum er vorðin ein av okkara høvuðsvinnum.

Harleyfacadeacryl