– Hon skal við okkum til Summarfestivalin, søgdu feðgarnir Dávur og Tórálvur tá teir í gjár fingu handað ein spildurnýggja grill frá KBI sum var eina av stóru vinningunum í Sudoku kappingini hjá Norðlýsinum.

Tórálvur Mohr sum gongur í 7. Flokki í Santa Frans Skúlanum í Havn og hevur seinastu árini vitjað Summarfestivalin við báti – og um pápin, sum er sjómaður, verður heima er ætlanin at seta kós moti Klaksvík.
– Vit eru fýra bátar, Nelson, Marjun í Hoyvík, Sólborg og Beinta, sum seinastu árini hava siglt saman til Klaksvík á Summarfestival og hava ligið borð at borði. Tá eru vit eini 20 fólk við fýra grillum og hugnin er óførur. Hóast veðrið ikki altíð er so gott so hevur tað ongantíð ávirka okkum og vit gleða okkum til at royna nýggju grillina í ár, søgdu feðgarnir Dávur og Tórálvur.