Hvørt mansbarn hevur teldil ella sniltelefon, og Sprotin ger nú sítt til at hava føroyskar orðabøkur á teimum eindum, sum fólk nýta.Tað nýggjasta er, at netorðabøkurnar á sprotin.fo fáast nú sum app. Hevur tú teldil ella snildtelefon, er tað nógv fittligari at brúka appina heldur enn vanligan internetkaga.

Í appini eru 10 orðabøkur millum føroyskt og onnur mál umframt 3 føroyskar orðabøkur. Samheitaorðabókin er júst løgd inn, so nú eru fleiri enn 600.000 leitorð í orðabókaskipanini.
Sniðið í appini er einfalt og lætt at nýta.Funkur, sum eru í netorðabókunum, eru eisini í appini, t.d. føroysk bendingasnið til flestøll føroysk leitorð, tú kanst deila orð á sosialu miðlunum og samskifta við tann, sum varðar av orðabókini, sum tú ert í.
Appin er á føroyskum og enskum.
Appin er ókeypis at brúka til 1.1.2014.
APPIN ER AT FÁA HER:
iPhoneogiPad: Skanna qr-kotuna á myndini, ella far tilm.sprotin.fo
Android:Google Play