Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

13. umfar í Effodeildini: Metingar

Jákup Ósá

Vit hava tveir greiðar favorittar á heimavølli, meðan hinir tríggir dystirnir síggja spennandi út. Stórdysturin hetta umfarið er í Runavík.

Vit hava tveir greiðar favorittar á heimavølli, meðan hinir tríggir dystirnir síggja spennandi út. Stórdysturin hetta umfarið er í Runavík.

EB/Streymur – ÍF 1
EB/Streymur vísti móti HB, at liðið framvegis kann bíta frá sær. Hesaferð kann EB/Streymur vinna sín triðja dyst á rað. ÍF hinvegin er liðið í Effodeildini, har kreppan er størst í løtuni. 7 dystir eru gingnir síðani liðið vann ein fótbóltsdyst, og var tað móti júst ÍF. Avrikið í Klaksvík var ikki gott, men nú fer ÍF at fáa eitt betri mannað lið, tá m.a. Høgni Zachariassen og Jan Ó. Ellingsgaard vera heilt klárir at spæla. Hinvegin sást greitt í Klaksvík, at Clayton Soares er hálvskaddur, tí til tíðir fekk hann ikki runnið við fullari ferð. EB/Streymur hevur tapt ein heimadyst í ár, meðan ÍF ongan útidyst hevur vunnið. Alt hetta samlað sæð ger, at hesin dysturin liggur mest til ein heimasigur, men fyrri dysturin millum liðini vísti, at ÍF kann bíta frá sær móti júst EB/Streymi.

B36 – B68 1
B36 liggur nú klárt á odda í deildini og kann ikki missa oddasessin komandi umfar. Sjálvsálitið er helst betri enn nakrantíð. Men seinasta heimadyst móti AB sóu vit, at alt framvegis kann henda, eisini tá liðið eitur B36. B68 hevur einki stig á útivølli í ár, men liðið tykist betri og betri fyri til at spæla í deildini, so kanska er bara spurningur um stutta tíð, til fyrsta stigið kemur. Vit vænta ikki, at B36 verður fyrsta liðið, sum setur stig til á heimavølli móti B68 og ei heldur, at oddaliðið tveir heimadystir á rað missir stig móti einum botnliði.

Víkingur – Skála 1
Víkingur hevur vunnið 4 av seinastu 5 dystunum, so talan er um eitt lið í góðum formi í løtuni. Seinastu tveir dystirnar hevur liðið skorað nógv mál, har bæði Finnur Justinussen og Súni Olsen tykjast vera væl fyri. Í løtuni tykist tað ikki sum um Skála hevur yvirskot til at bíta frá sær sum fyrr í ár. Tvey greið tap gera tí, at tað her er lætt at seta ein heimasigur á hendan dystin.

NSÍ – HB 2
Hetta er stór dysturin hetta umfarið. Her møtast nummar 2 og 3, har NSÍ við sigri hevur møguleikan at fáa samband við HB. NSÍ vísti á heimavølli móti B36, at liðið kann nærum spæla tey bestu av vøllinum. Men nú skal eisini eitt úrslit til fyri at vísa, at NSÍ ikki bara vinnur móti botnliðunum. Tað sama er galdandi fyri toppskjúttan Klæmint A. Olsen, sum bara hevur skorað móti trimum teimum niðastu liðunum. Hjá HB hevur Heini Vatnsdal leikbann. HB hevur ikki verið sannførandi seinastu dystirnar, har missurin av Andrew av Fløtum hevur verið sjónligur. Hesin dysturin kann fara báðar vegir og liggur næstan á 50/50. Bæði liðini skulu til próvtøku á hvør sín hátt. Vit fara at velja HB at vinna dystin, tí teir hava eitt meira komplett lið við færri veikleikum.

AB – KÍ 2
AB er millum tey truplastu liðini at meta um í ár. Har tykist vera langt millum toppstøðið og botnstøðið. Og vit kunnu síggja báðar útgávurnar innan stutt tíðarskeið sum t.d. móti NSÍ og B36 tvey fylgjandi umfør. KÍ spældi seinast ein av sínum bestu dystum í ár, har liðið hekk væl saman í verjupartinum og skapti nógv frameftir. Á Argjum hevur KÍ gott tak á AB, har vit skulu aftur til 2007 fyri at finna seinasta AB sigurin í landskappingini. KÍ er uttan skadda Jonas Flindt Rasmussen, meðan AB er uttan leikbannaða toppskjúttan Sorin Anghel. Eisini hesin dysturin er púra opin eftir mínum tykki. Men ein KÍ sigur er meira upplagdur vegna støðuna á stigatalvuni, úrslitini seinast og innanhýsis uppgerðirnar millum hesi bæði liðini.