Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

13 vilja vera vinnu- og mentanarstjóri

Jóhann Lützen

Nú umsóknarfreistin er farin, hava 13 fólk søkt starvið sum vinnu- og mentanarstjóri í Klaksvíkar Kommunu.

Talan er um 11 umsóknir frá mannligum umsøkjarum, og 2 kvinnur hava eisini søkt starvið. Vinnu- og mentanarstjórin, trivnaðarstjórin, tekniski stjórin, borgarstjórin og kommunustjórin eru tilsamans leiðslan av Klaksvíkar Kommunu. 

Ætlandi skal nýggi vinnu- og mentanarstjórin taka við starvinum 1. november. Av tí at starvið er áramálssett í 5 ár, fær tann, ið sett(ur) verður, eina viðbót. Starvið er lønt í 36. lønarflokki hjá Tænastumannafelagnum og við 15% í eftirløn. 

Higartil hevur Eirikur í Jákupsstovu røkt starvið. Hann tók við 1. januar 2019, men hann fer nú í annað starv, har hann skal vera skrivari hjá Tjóðveldi.