Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

14. heimadysturin undir meira skipaðar karmar

Jákup Ósá

Uppskotið hjá KÍ bleiv nakað broytt, men tað bleiv samtykt við greiðum meiriluta, har endamálið var at geva liðunum eins fortreytir fyri 14. heimadystinum og at sleppa burtur frá lutakastinum.

14. heimadysturin

Seinastu árini hevur lutakast verið um, hvat lið skal hava 14. heimadystin í teimum deildunum, har 27 umfør eru. Hetta hevur m.a. havt avleiðingar á bæði tað ítróttarliga og fíggjarliga. M.a. hevur KÍ, sum var ímóti ætlanini við at avgera hetta við lutakasti, tapt lutakastið hvørt ár. Nú legði KÍ eitt uppskot fram, sum var at topp-5 liðini og botn-5 liðini skiftust um at hava 14. heimadystin annaðhvørt ár. FSF vísti á onkran vansa í hesum og hevði eitt broytingaruppskot sum segði, at tey liðini, sum taptu lutakastið í ár, hava 14 heimadystir næsta ár og síðani koyrir tað soleiðis annaðhvørt ár. Og tá lið flyta niður/upp, so taka liðini plássini hjá teimum, sum tey avloysa í deildini. Við hesum hava øll liðini 14 heimadystir annaðhvørt ár. KÍ tók sítt uppskot aftur og mælti til at atkvøða fyri broytingaruppskotinum. Hetta uppskotið fekk breiðan meiriluta á fundinum og var samtykt.